Sjálvsavgerðarrættur  táta ella veruleiki

 Hvat hjálpir tað at kunna yvirtaka, at kunna gera uttanríkispolitiskar sáttmálar, og at vit hava rættin til sjálvi at avgera okkara stjórnaligu viðurskifti, um vit ikki gera nakað við tað, spyr Jógvan Sundstein, sum heldur, at tað nú ræður um at nýta tey amboð, sum vit hava, til praktiskan politikk

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður





Áhugavert hevur verið at fylgt við í orðaskiftinum um føroyskan sjálvsavgerðarrætt og donsku fráboðanina til ST um uttanríkispolitisku lógina og setningin um, at hetta er sambært sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
Summi fólk eru dogmatisk, onnur eru pragmatisk. Tá ið eg sá orðaskifti í sjónvarpinum millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard kom týðuliga fram, hvør var dogmatikarin og hvør var pragmatikarin. Vit kunnu eisini rópa tað teoretikarin og praktikarin, sjálvt um fyribrigdini ikki samsvara heilt. Men her sóu vit Høgna royna at gera alt ómøguligt út frá teoretiskum, dogmatiskum, juridiskum sjónarmiðum, meðan Jóannes royndi at vera tann, sum orðnaði alt á ein pragmatiskan praktiskan hátt. Eg skal viðganga, at tað seinra fellur mær betri, men kortini skal tað vera ein haldbarur rættarligur grundvøllur undir.
Sjálvandi er tað nakað juks, at uttanríkispolitiska lógin og yvirtøkulógin eru samtyktar í Føroyum og Danmark við ymiskum viðmerkingum, men tað er nú eina ferð gjørt. Eisini er danska fráboðanin send ST. Um møguleikin fyri eini supplerandi fráboðan frá føroyskari síðu er til staðar má so vísa seg. Tað hevði helst veri rætt at avgreitt tað.
Tað, sum nú ræður um, er, at nýta tey amboð, sum ein hevur, til praktiskan politikk og arbeiða út frá tí. Amboðini eru:

Ein yvirtøkulóg, sum gevur fríar ræsir (betur enn heimastýrislógin) til yvirtøku av øllum málum »líka til loysingina«.
Ein lóg um uttanríkismál, sum gevur ávísar uttanríkispolitiskar heimildir. Lógin er ikki fullkomin, men brúkilig.
Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt. Føroyingar lúka allar treytir fyri at vera ein tjóð bæði geografiskt, søguligt og etniskt. Føroyingar hava ongatíð limað seg inn í Danmark ella givið seg undir donsku grundlógina konstitutionelt. Heldur ikki við samtyktini av teimum báðum frammanfyri nevndu lógunum.

Sjálvsavgerðarættur føroyingar er staðfestur á hendan hátt:

Føroyingar eru sjálvir samdir í, at vit hava hendan rætt.
Danir, sum vit eru saman við undir sama kongi, hava staðfest og fráboðað, at vit hava hendan rættin. Hetta er gjørt í nevndu fráboðan til ST, men minst líka stóran týdning hevur tað, at allir danskir flokkar hava týðuliga og klárt sagt frá undir viðgerðum í danska lóggevandi tinginum, (seinast undir viðgerðini av nevndu tveimum lógum), at føroyingar hava hendan rætt, og at tað vil verða respekterað um, og tá, føroyingar taka avgerðina um at stovna egið ríki.
Rætturin er fráboðaður alheimsfelagskapum.

Men hvat nyttar tað, at vit hava øll hesi rættindi, um vit ikki nýta tey. Hvat hjálpir tað at kunna yvirtaka, at kunna gera uttanríkispolitiskar sáttmálar, og at vit hava rættin til sjálvi at avgera okkara stjórnaligu viðurskifti, um vit ikki gera nakað við tað.
Politiskt hava menn sett sær fyri at gera Føroyar til besta land at liva í. Tó ikki fyrrenn í 2015, men tað er hóast alt ikki meira enn 9-10 ár. Men fyrsta fyritreytin fyri, at landið skal vera gott at búgva í, fyri ikki at tala um besta land, er, at landið og fólkið klárar seg sjálvt uttan varandi hjálp frá øðrum og er politiskt sjálvstøðugt.
Tað er tí avgerandi neyðugt at politiskar atgerðir verða framdar, sum skunda undir føroyskt fullveldi. Við frammanfyri nevndu amboðum ræður um skjótast gjørligt:

At niðurskriva blokkstuðulin yvir eitt stytri áramál
At fremja allar yvirtøkur eisini yvir eitt stytri áramál
Síðani at fremja suverenitetsyvirtøkuna nakað áðrenn 2015.

Um tað skal ganga við somu ferð sum higartil, so verður 2015 ikki nakað søguligt minnisvert ár.