Sjálvseyðmýking løgmans fullkomin

Frank Davidsen
----

Og tað við lít. lat meg fyrst lýsa støðu løgmanns í sam­bandi við velj­ara­kann­ing­ina. Í staðin fyri at taka í egnan barm í sam­band við tí søguliga vána­ligu velj­ara­kanning fyri Sam­bands­­flokkin, so vísa við­merk­­ingar hansara, hvussu hann undirmetir sín­ar egnu veljarar. Hann hev­ur enn ikki funnið út av, at sam­­­bandsveljarar eins og aðrir veljarar eru sjálv­støð­ug individ ið duga at síggja, eins og gera sær sínar per­són­ligar metingar, tá for­maður teirra rópar bøh, bøh, "úlvurin kemur" í­stað­in fyri at viðurkenna, at sam­bandprofilurin eins og politikkur Sa­m­bands­floks­ins í sitandi samgongu er full­­­komu­liga miseydnaður.
So í sínum politiska makt­ar­loysi rópar løgmaður, at "úlv­ur­in kemur ". Úr leysum lofti við eini veljarakanning sum jarnbrot, greiður hann velja­r­anum frá, at Aksel V. Johannesen formaður Javn­að­ar­flokksin, stóri vinnarin í veljar­a­kann­ingin er alt ov veikur, og at hann kemur at hoykna undir politiskum trýsti í eini komandi fullveld­is­sam­gongu. Maka til einki­sigandi møsn av einum stjórn­­ar­leiðara man valla finn­­ast. Men hetta hevur verið hansara retorikkur, at koma við hypotetiskum møsni, istaðin fyri tikið til eftir­tektar ,at veljarin eftir­hond­ini er hjartans troyttur av løgmannsins innantóma re­torikki
Í staðin fyri líkjist henda pro­feti Løgmanns hansara egnu politisku støðu í hesi sam­­gongu.
Hann og hansara parta­menn hava sitið sum nikku­­dukkir, meðan Fólka­flokk­­­urin hevur drigið Sam­­bands­flokkin út á utt­astu høgra­rók, í einum neo­kon­serva­tivum politikki ið ikki stendur nakað aftan fyri The Party rørðsluna í USA. Tað kemur honum als ikki til hugs, at vísa á Javn­aðarflokkin sum eitt even­tuelt politiskt alternativ til komandi løgtingsval. Nei, betur og tryggari kennir sit­andi Løgmaður seg sam­an við sínum mentor Fíggja­r­mála­ráðharranum.
Eitt er at Løgmaður tykist at hava liva sítt politiska lív í eini boblu, styrdur av Fólka­flokkinum. Ei heldu hann sær hvat í rørur seg uttan fyri polit­isku bøgarðarnar. At hansara flokksfelagar tig­­andi og í tøgn hava góð­tikið tað ógvusligu polit­isku høgrasnaring, sum sam­gongan hevur ført, tað man fyri sambandsveljarnum verða ein uppaftur størri gáta.
Hvussu ofta hava velj­arnir ikki hoyrt sitandi Løg­mann siga eitt, men aftaná at hava drigið í land í týdn­ingarmiklum málum, uttan at taka avleiðingarnar av hes­um.
Mest skelkandi er málið um EIK Grunnin. Av løg­ting­sins røðarapalli eins og í øllum fjølmiðlum nærum ýldi Løgmaður, at her skuldi "hvør steinur vendast". Eftirtíðin hevur tó víst okkum, at sum ikki einaferð
fyri ikki at siga117andu ferð, so sendur hann løg­ting­inum eins og veljarnum "Apríl".
Størsta fíggjarliga gølan nakrantíð í Føroya søgu, har túsundtals skattaborgarar vóru drignir upp á trá av karráðum spekulantum, tað hevur í dag als ongan áhuga hjá tí Løgmanni sum her­fyri høgt og heilagt lovaði Løgtingi og føroya fólki, at " hvør steinur skuldi vendast í hesum málið". Nei, nú yppur hann øksl, eins og hann sum ein annar smádrongur gevur samgonguni sum hann sjálvur er leiðari av ábyrgdina av, at eingin játtan var til at kanna Eik Málið út í æsir.
So kann ein spyrja seg sjálvan, hvør er orsøkin til at Løgmaður knappliga hevur skift hest í hesum málið. Hann hevur jú fleiri ferðir í týdningarleysum málum banka alla samgonguna uppá pláss, eins hann hevur hótt við nývali um samgongulimir ikki akta harraboð frá hon­um.
Ella kann tað vera so galið, at kreftir í politiska systeminum ella í umsitingini hava ein áhuga í at Eik M.álið ikki verður kanna út í æsir. Kúvending Løgmanns kundi gott givið eina ábending um, at her er eitt ella annað sum ikki ruggar rætt.
Eitt er heilt vist at slíka, eg vil kalla tað sjálvseyðmyking ið okkara stjórnarleiðari her borðreiður fyri veljarnum í málinum um Eik Grunnin og húsagangin í Eik Banka, tað hevði eingin annar stjórn­arleiðari kunna yvirliva polit­iskt.
Hinvegin so hevur Løg­maður og samgonga sum aðalmál, at óansæð hvussu hvat so skal einki fáa polit­iskar avleiðingar. Tí er Løg­maður og hansara samgonga politiskt ódeyðulig, til velj­arin kemur at seta kross­in á einum komandi løg­tings­valið.