Hóast løgmaður tingast um nýggja samgongu, hevur hann ikki sagt samstarvið við Sjálvstýrisflokkin upp Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki fingið boð frá løgmanni um, at samstarvsavtalan, sum bleiv undirskrivað fyri einum mánað síðani, er uppsøgd.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, undrast á, at løgmaður bara letur sum einki:
-Fyrr var eitt orð eitt orð og ein maður ein maður, men nú er øðrvísi. Klárar tú ikki at halda eina avtalu, so er at siga hana upp,heldur enn einki at gera sigur Kári P. Højgaard við útvarpið hjá Kringvarpinum.