POLITIKKUR
Tórshavn:Anfinn Kallsberg hevur avgjørt at halda fram sum løgmaður við sekstan tinglimum í sínum parti.
Hann ætlar sær at halda fram, til hann fær ein meiriluta ímóti sær.
Tað er soleiðis at verandi samgonguflokkar, Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin halda fram við sínum sekstan tingmonnum. Tað vil so siga, at tað stendur á jøvnum millum samgonguna og andstøðuna, og talan er ikki um nakran meiriluta í samgonguni, men talan er heldur ikki um nakran minniluta - tað stendur púra á jøvnum.
Løgmaður stendur fast við, at hann fer ongan veg úr sessinum um ikki so er, at hann fær ein meiriluta ímóti sær.
Tískil kunnu tvær støður ávirka støðuna sum er:
Ein andstøðulimur fer úr andstøðuni í samgonguna, og samgongan fær parlamentariskan meirilutan.
Hin møguleikin er, at ein limur í samgonguni fer úr samgonguni, og talan verður sostatt um ein støða, har løgmaður sigur seg vilja fara til løgtingsformannin og biðja hann um at loysa seg úr starvi.
Trong støða
Anfinn Kallsberg ásannar, at hann er komin í eina tronga støðu í tinginum, og hetta var als ikki ein støða, ið hann hevði ynskt sær.
?Eg havi roynt og eg royni framvegis at fáa eitt breitt parlamentariskt grundarlag, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at hann hevði tveir møguleikar: at halda fram sum løgmaður við sínum sekstan tingmonnum, ella hann kann velja at biðja um eina formansrundu og harvið siga seg úr sessinum sum løgmaður.
?Tá eg ikki havi nakran meiriluta ímóti mær, so havi eg valt at halda fram, men í tí løtu, at eg havi ein meiriluta ímóti mær, so fari eg til løgtingsformannin, sigur Anfinn Kallsberg.
Sum støðan er nú, skal Anfinn hava stuðul úr andstøðuni fyri at fáa uppskot samtykt í Løgtinginum. Hetta fær tó ikki at fara til tingformannin, og biðja hann taka ein tingformansrundu.
Hann valdi at royna Javnaðarflokkin afturat sitandi samgongu, men hann avvísir ikki, at hann vil royna aðrar flokkar. Innbjóðingin til Javnaðarflokkin stendur eisini við. Løgmaður helt, at Javnaðarflokkurin passaði best inn í myndina ? serliga í sjálvstýrisspurninginum. Løgmaður vildi helst hava breiða samgongu, og valdi tí ikki at biðja Jenis av Rana koma til realitetssamráðingar og Sambandsflokkurin kann ikki vera í samgongu við Tjóðveldisflokkinum.
?Í prinsippinun fært tú nógv meira demokrati við hesari støðuni við 16-16, sigur Anfinn Kallsberg.
?Tað mesta av hesum sum hendir millum flokkarnar er taktiskt spæl, og soleiðis eigur tað eisini at vera, sigur Anfinn Kallsberg.
Andstøðan hevur tosað um, at teir ynskja at fáa eitt slætt borð, men løgmaður kann ikki heilt taka undir við hesum tosinum.
?Slætt borð hevur tú ikki, tá tú hevur ein løgmann, sum hevur eitt mandat til at skipa samgongu, sigur Anfinn Kallsberg.
Spurdir, um hann ikki er meira ein fólkafloksløgmaður enn Føroya fólks løgmaður, svarar hann, at hann hevur ikki fingið mandatið frá Fólkaflokkinum, men frá samgonguni.
Trupult við sjálvstýri
Verandi samgonga hevur serliga lagt dentin á sjálvstýris/fullveldis politikk. Á hesum økinum verður tað ógvuliga torført at fáa nakað á skafti við verandi blokkum í Løgtinginum.
?Við verandi støðu, so kunnu vit ikki halda fram við verandi sjálvstýristilgongd. Sjálvstýri Føroya fólks er parkerað, og tað verður ómøguligt at fremja niðurskurðir í blokkinum sum støðan er nú, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður vísir á, at Sjálvstýri Føroya fólks er eitt uppskot til samtyktar í løgtinginum, og tað er eyðsæð, at tað verður trupult at fylja hesum í verandi støðu. Hvør yvirtøka og hvør niðurskurður í blokkinum skal samtykjast av Løgtinginum, og hetta heldur løgmaður verður ómøguligt við verandi andstøðublokki ímóti sær og sitandi samgongu.
?Tað kann enn nógv henda. Eg ynski stabil forhold fyri Føroyar, men eg dugi at síggja, at tað kann fara at gerast trupult, sigur Anfinn Kallsberg, sum sær út til at kunna kalla seg fyri Føroya løgmann eina tíð enn.
Landsstýrið
Núverandi landsstýrið heldur fram sum støðan er nú. Tað verður ein semja innanhýsis í samgonguni, ið ger av, hvussu landsstýrið skal skipast. Løgtingið hevur ikki ávirkan á hetta, men tingið velur løgtingsformannin.
Hann vil einki siga um, hvussu landsstýrið fer at vera mannað ella skipa í framtíðini.
?Einki er avgjørt viðvíkjandi landsstýrismonnum, men eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at Sjálvstýrisflokkurin heldur fram við einum løgtingsmanni og tveimum landsstýrismonnum, sigur Anfinn Kallsberg.
Enn er ógreitt, nær støðan verður tikin til spurningin um landsstýrismenninar.