– Nei hatta havi eg einki havt við at gera, so eg havi ikki sagt ósatt, sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag – og sum segði við in.fo mánadagin, at avgerð varð tikin um, at Sjálvstýri ikki stillar upp til býráðsvalið í Havn.
Men beint áðrenn freistin var úti at lata listarnar inn til býráðsvalið í Havn í gjár klokkan 18, kom listin hjá Sjálvstýrinum inn til valstýrið í Havn. Men tað var uttan at formaðurin í sjálvstýrisfelagnum visti av tí, og eftir at nevndin hevur gjørt av ikki at stilla upp.
Tað sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag.
– Hetta er ein sera margháttlig støða, og vit fara nú at hyggja upp á tað og kanna, um hetta yvirhøvur er lógligt, sigur Bjørn á Heygum.
– Har eru eisini fólk á listanum, sum ikki eru limir í flokkinum, sigur Bjørn á Heygum og vísir á menninar, sum stillaðu upp fyri Framtakið til rættin at velja kannabis, Hall Hjalgrímsson Djurhuus, Dan Klein og Jákup Hans Heinesen.
Zakarias Wang er limur í Sjálvstýrisflokkinum og nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Hervør Lützen var eisini valevni floksins til seinasta løgtingsval.
Men hinir í nevndini visti ikki av, at flokkurin stillar upp í høvuðsstaðnum.
– Vit tríggir, Olaf á Stongunum, Jan Joensen og eg sjálvur vistu einki um tað, sigur Bjørn á Heygum.
In.fo hevur spurt fjórða nevndarlimin, Palla Skorheim, men hann kennir einki til nakra uppstilling, sigur hann.
Fimti nevndarlimurin er Zakarias Wang í Hoyvík.