POLITIKKUR: Fimm kvinnur og 12 mans stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin til komandi løgtingsval 19. januar. Á listanum eru kend fólk úr Sjálvstýrisflokkinum, men har eru eisini fleiri, ið hava stillað upp fyri aðrar flokkar – og sum hava sitið á tingi sum varafólk fyri aðrar flokkar.
Rúna Sivertsen sat í seks ár á tingi sum varafólk fyri Anfinn Kallsberg, vald fyri Fólkaflokkin í Norðoya valdømi.
Heðin D. Poulsen í Havn hevur havt sæti sum varamaður á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy.
Kári Petersen hevur fleiri ferðir stillað upp fyri Javnaðarflokkin, bæði í Norðstreymoy og í Suðurstreymoy. Hann hevur fleiri ferðir havt sæti á tingi sum varamaður fyri Thomas Arabo.
Seinasti uppstillingarfundur hjá Sjálvstýrisflokkinum varð hildin sum felags 3. uppstillingarfundur í Kvinnufelaghúsunum á Glyvrum 21. desember. Landsnevndin og valfeløgini hjá Sjálvstýrisflokkinum høvdu eftir økisfundir gjørt síni tilmæli, og varð listin staðfestur.
Sjálvstýrisflokkurin hevur eitt umboð á tingi, Kára P. Højgaard, og sambært veljarakanningum sær ikki út til, at hetta fer at broytast. Flokkurin hevur tó havt tvey og onkuntíð trý fólk á tingi seinnu árini. Síðan flokkurin fór í tvíningar fyri seinna heimsbardaga, hevur hann altíð verið millum minstu flokkar á tingi.
Tey 17 valevnini á sjálvstýrislistanum eru:
Alis Højsted lærari í Funningi
Dánjal Petur (Piddi) Hansen stjóri í Saltangará
Eileen Sandá málfrøðingur í Vági
Eyðun Elttør maskinmeistari í Klaksvík
Hans Blåsvær teldufrøðingur í Havn
Heðin D. Poulsen løgfrøðingur í Havn
Kári á Rógvi lógkønur í Havn
Kári P. Højgaard løgtingsmaður í Saltangará
Kári Petersen búskaparfrøðingur í Havn
Karl A. Olsen borgarstjóri í Vestmanna
Kristian Eli (Gissa) Zachariassen býráðslimur í Klaksvík
Kristina Toftegaard Larsen stovnsleiðari í Fuglafirði
Ronald Poulsen byggifrøðingur í Havn
Rúna Sivertsen miðlafólk í Streymnesi
Sámal Petur í Grund skipari í Søldarfirði
Súsanna Mortensen rektari í Havn
Sven Dahl plátusmiður í Klaksvík