Á sjómannadegnum í Klaksvík varð kappast bæði í skjótleika, styrki og áhaldni. Soleiðis vóru kappingar leygardagin í eitt nú trolbøting, egning, agnskering umframt kappingar í at halda dreggi, kelving og í sjómanstaki.
Átta luttakarar bjóðaðu seg fram í kappingini í sjómanstaki, og her gjørdist Ísak Petersen vinnari við Andrassi Jacobsen á øðrum plássi.
Níggju luttakarar vóru við í kappingina at halda dreggi og teir, sum megnaðu at halda dregginum longst, vóru Joul Jacobsen, sum helt í 2.06.25 minuttir, Haldur Osvald Johansen, sum helt í 2.02.69 og á triðja plássi Rógvi Dam, sum helt dregginum í 2.00.75 minuttir.
Tíggju luttakarar vóru við í kappingini í kelving, og her gjørdist Allan Eysturskarð vinnari við Marna Sivertsen á øðrum plássi.
Øll úrslitini frá ymisku kappingunum á Føroya Sjómannadegi eru at finna á heimasíðuni www.sjomannadagur.fo
Í ár gjørdu fyrireikararnir av at leggja øll úrslitini út so hvørt, og hetta eydnaðist sera væl.