Ongum nýtist at ganga svangur á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík leygardagin Ein fastur táttur á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík er, at Hotel Norð borðrreiðir við leskiligum og vælsmakkandi festivalbúffum á bryggjuni.
Ongum nýtist at ganga svangur, sum hevur hug at leita sær til Klaksvíkar leygardagin, tá ókeypis eisini verður at koyra undir Leirvíksfirði.
Tey á Hotel Norð fara rættiliga at spíla seg út og gera sítt til, at fólk fáa mettuna - og ikki bara mettuna, men ein veruligan sjómansbúff við piparsós og øllum tí, sum har til hoyrir.
Tá búffurin er fingin niður um, fáa fólk belgiskar vaflir við róma og súltutoyi.