Sjónband: Hanus við vøkrum máli í Middelfart

20 ára gamli føroyingurin kom á máltalvuna hjá Middelfart í venjingardysti.

Hanus Sørensen skeyt um vikuskiftið mál fyri Middelfart, sum hann herfyri gjørdi tvey ára sáttmála við eftir at hava húsast í ungdómsdeildini hjá FC Midtjylland.

Middelfart vann 2-1 ímóti Aarhus Fremad í venjingardysti, og 20 ára gamli Hanus Sørensen legði Middelfart á odda 1-0 stutt fyri hálvleik.

Talan var um eitt vakurt langskot, sum sæst í sjónbandinum niðanfyri.

Middelfart, sum liggur nummar átta í 2. division bólki 1, spælir sín fyrsta dyst eftir vetrarsteðgin leygardagin á útivølli ímóti VSK Aarhus.

##med2##