Nevndin og skrivarin hjá MÁF, Meginfelag Áhugaleikara í Føroyum, hava úr at gera fyri tíðina. Felagið skal nevniliga vera vertur fyri út ímóti 200 útlendskum áhugaleikarum í døgunum 3.-8. august í ár. Gestirnir, sum koma at búgva á Læraraskúlanum og á Háskúlanum, verða úr hinum norðurlondunum, Baltisku londunum, Hvítarusslandi og Írlandi. MÁF vónar eisini at Grønland og Sámaland senda umboð hendan vegin.
Tað er norðurevropeiski felagsskapurin fyri áhugaleikarar, NEATA, sum stendur fyri festivalinum, og er hetta fjórðu ferð, at festivalurin er. Endamálið við tiltakinum er: at styrkja bondini millum áhugaleikarar í Norðurlondum og Baltalondum, at vísa luttakandi londunum føroyskan áhugaleik og at geva føroyingum møguleika at síggja áhugaleikir á høgum støði.
NEATA-stevnan, sum festivalurin eisini verður nevndur, verður hildin annaðhvørt ár, og hevur higartil verið hildin í Litava, Svøríki og Estlandi. Hesaferð er tað so Føroyar, sum eiga tørn og tískil er tað MÁF, sum skipar fyri.
Tríggir leikir um dagin
Festivalurin verður soleiðis skipaður, at hvørt land sendir ein sjónleikarabólk við 10 áhugaleikarum til Føroya, og hvør av hesum bólkum hevur ein leik við sær. Fyri at sleppa at luttaka á festivalinum, tryggja fyrireikararnir sær, at leikirnir eru á einum hóskandi støði og av høgari góðsku. Leikirnir verða vístir fyri almenninginum í Sjónleikarhúsinum, á Tjóðpallinum og í Norðurlandahúsinum, og vera í mesta lagið ein hálvan tíma til longdar. Sostatt fer at bera til at síggja heilar tríggjar leikir um dagin meðan festivalurin er, og fer hetta fyri vist at seta ein serstakan og festligan dám á býin hesar dagarnar.
Hilmar Joensen, sum er formaður í MÁF sigur, at ætlanin er, at leikirnir skulu vera so kropsligir og visuellir, sum til ber, so áskoðarin fær nakað burturúr, hóast hann ikki skilur málið. Og hann sigur seg vóna, at Sjónleikarhúsið fær savnað ein bólk av føroyskum áhugaleikarum, so tey eisini kunnu taka lut á festivalinum.
Ætlanin er eisini at hava workshops, har til ber at arbeiða við ymiskum, sum hevur við sjónleik at gera. Tað kundi eitt nú verið evni sum: kropsligur framburður, at viðgera onkran serliga áhugaverdan leikstjóra, at gera skortar og búnar og at viðgera handrit og leikir.
Spurdur, hvør fíggjar hesa stóru verkætlan, sigur Hilmar, at tað er uppgávan hjá MÁF at fáa fígging til vega, og at talan er um einar 600.000 kr. Tí hava tey eisini søkt allar hugsandi grunnar, og nakað av peningi er komin inn longu, men enn er væl eftir á mál. Norðurlendski felagsskapurin fyri áhugaleikarar NAR hevur longu játtað 100.000 kr., og 175.000 kr. eru komnar inn frá øðrum grunnum. Og so vóna tey í MÁF eisini, at Nordiskt Kulturfond játtar einar 100.000 kr.
Fingið altjóða viðurkenning
Tann 1. januar í ár fekk MÁF fullan og sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska felagsskapinum, NAR. Higartil hava londini Føroyar, Grønland og Áland bert verið limir sum selvstyrende områder, og goldið ein triðing í part. Í NAR sita formenninir fyri áhugaleikarasambondini í norðurlondum, og Hilmar Joensen er í løtuni næstformaður í felagsskapinum. Næsta ár verður tað Føroyar, sum eiga formannin. NAR er helst einasti fólksligi felagsskapurin á mentanarøkinum, sum enn er partur av Nordisk Ministerrråd. Í løtuni eru Grønland og Áland ikki við í samstarvinum, men Hilmar sigur, at felagið vónar, at hesi londini skjótt fara at verða meira virkin aftur, so tey eisini kunnu menna áhugaleikin í teirra londum.
Annars hevur MÁF altíð havt eitt ávíst altjóða samstarv, og fekk felagið fullan limaskap í heimsfelagsskapin IATA-AITA í 1999. Sambært MÁF var hetta ein ikki sørt hátíðarlig hending, og tilvildin vildi tað soleiðis, at sjónleikarvinurin Oddvá Nattestad júst tá var stødd í London. Tá hon hoyrdi um limaskapin, gjørdi hon ikki mætari, enn at fara líka til Marocco at taka ímóti limaskapinum, og at takka fyri hann, á stórum altjóða fundi har.