Sjónvarpsskráin er óálítandi

Tað tykist ganga illa hjá Kringvarp Føroya at fylgja sjónvarpsskránni til tíðir. Avbrotnar, fluttar og manglandi sendingar órógva hyggjaran, ið hevur ilt við at líta á skránna

Menniskjansligir feilir og tekniskir trupulleikar órógva regluliga sjónvarpsskránna hjá Kringvarp Føroya. Seinasta dømið var nú sunnudagin, tá ung sum gomul sótu við sviðusoð og bíðaðu eftir sendingum.

Fyrstu ferð var um morgunin, tá barnasendingar úr farnu vikuni skuldu endursendast. Henda løtan er helst kærkomin hjá bæði foreldrum og børnum, tá heili átta barnasendingar eru á rað frá klokkan 8 á morgni, til klokkan 10.45 tá seinasta sendingin byrjar. Talan er um vælumtóktar barnasendingar sum Mumi, Robin Hood, Flipper og Miðlingurin Malcolm.

Hesar sendingarnar skuldu eftir ætlan byrja frá klokkan 8, men sunnumorgunin sótu børn við sviðusoð og bíðaðu eitt langt og sjey breið. Tá klokkan var farin av 9 vóru heldur ongar sendingar byrjaðar, og tá mundu flestu børnini langtsíðan verða troytt av at bíða.

Feilir henda, og at nakrar sendingar ikki verða sendar sunnumorgun er ikki nøkur skandala í sjálvum sær. Men longu sama kvøldið var aftur galið.

Á skránni stóð ein sending um Barack Obama í Afrika at koma í bestu senditíð, beint eftir Lívverjarnir. Tá sendingin Lívverjarnir var av, kom ein rødd til og greiddi frá, at orsakað av tekniskum trupulleikum varð sendingin flutt til eftir hondbóltsdystin millum Danmark og Serbia. Sostatt sótu tey meira tilkomnu eisini við sviðusoð. Vildu tey síggja sendingina um komandi forsetan í USA, noyddust tey at bíða til klokkan 23.25.

Tá klokkan nærkast midnátt munnu flest øll, ið skulu tíðliga til arbeiðis mánamorgun vera væl á veg í song, og tískil er lítið hugsandi at henda sendingin hevði tann heilt stóra hyggjaraskaran, hon annars kundi havt fingið.


Ótrúliga óheppið

Allan Dalsgarð, leiðari á Miðladeildini í Kringvarp Føroya, hevur evstu ábyrgd av skránni hjá bæði útvarpinum og sjónvarpinum. Sambært honum var fyrra hendingin ein menniskjansligur feilur.

- Tá tú er 100 prosent bundin av menniskjum, so henda feilir. Tá mann blandar menniskju og tøkni, so verða tað altíð onkrir feilir, sigur Allan Dalsgarð.

Í svari til trupulleikarnar við sendingini sunnukvøldið, greiðir Allan Dalsgarð frá, at tað vóru tekniskir servaratrulleikar, ið gjørdu at teir ikki fingu sent sendingina um Barack Obama til tíðina.

- Tað er soleiðs, at vit eru rættiliga bundin av at taka sendingar niður frá Danmarks Radio. Tilfarið verður lagt á servaran, og har var so onkur trupulleiki, og tí fingu vit ikki sent hana til tíðina, greiðir Allan Dalsgarð frá.

Tað tykist vera ein afturvendandi trupulleiki at halda skránna. Hvat verður gjørt fyri at betra um tað ?

- Tað verður arbeitt við at umskipa og menna tekniska partin. Onkrar automatiseringar verða gjørdar og deildirnar eru eisinki umskipaðar, so tað er ein yvirgangur, har tað kanska henda feilir. Tað er sjálvandi ótrúliga óheppið, tá fleiri feilir koma so knappliga, men breitt útyvir árið vóni eg ikki at tað órógvar so nógv, sigur Allan Dalsgarð.

Eftir øllum at døma eru samanleggingarnar av deildunum í Kringvarpinum eisini ein partur av frágreiðingini, har nú bæði sjónvarps- og útvarpsskráin verða umsitnar á somu deild.

- Kringvarpið arbeiðir við at menna og automatisera alla skipanina, men tað er altíð soleiðs, at tá menniskju og tøkni eru samanblandaði, so stinga onkrir feilir seg upp, staðfestir Allan Dalsgarð.

So má tíðin bara vísa, hvørt sjónvarpsskráin er álítandi teir nógvu komandi sunnumorgnarnar og aðrar dagar annars.