Í Føroyum er javnan kjak um, hvussu nógv lið skulu vera í ovastu deildini. Nøkur halda, at 10 er fínt, summi halda, at man skuldi minkað talið niður í 8 fyri at hækka støðið, meðan onnur halda, at nú so fá lið eru eftir, kundi ein hækkað talið í 12, og so møguliga havt okkurt slag av endaspælið móti kappingarenda.
Nú er aftur kjak um spurningin í Danmark. Áskoðaratalið hevur verið so sum so fyrstu umførini eftir at kappingin byrjaði aftur í vetur, og meðan feløgini skylda upp á veðrið og at kappingin fór í gongd fyrr enn áður, hava sjónvarpsrásirnar eina aðra frágreiðing: Tað er ikki marknaður fyri 14 feløgum, skrivar Ekstrablaðið.
- Minst eina ferð um vikuna fáa vit váttað, at Superligan hevur ov nógv lið. Her eru ov nógvir ikki áhugaverdir dystir, sigur Peter Nørrelund, ítróttarstjóri í TV3 Sport við Ekstrablaðið.
- Um eitt felag ikki klárar at skapa áhuga lokalt, er tað torført hjá teimum at skapa áhuga um alt nationalt. Men hetta verður kortini ongantíð broytt, sigur hann.
Í FC Keypmannahavn eru tey samd við sjónvarpsstøðunum og vísa á, at í mun til fólkatalið eru ov nógv lið í bestu fótbóltsdeildini.
- Vit eru umleið 400.000 danir fyri hvørt felag. Í Svøríki eru tey 620.000 og í Týsklandi 4,6 milliónir, sigur Jes Mortensen, tíðindastjóri í FCK.
Eingin broyting verður tó gjørd í bræði. Ein eftirmeting skal gerast, tá verandi kappingarár er liðugt, men síðani tekur tað tvey ár, áðrenn ein møgulig broyting verður sett í verk. Og um ein broyting skal henda, skulu tríggir fjórðingar av liðunum í teimum báðum bestu deildunum góðtaka hana, tað vil siga 20 av 26 feløgum.