Sjónvarssending um CTD

Hóskvøldið í næstu viku kemur ein føroysk sending í sjónvarpið um sjúkuna CTD. Helvtin av Føroya fólki hevur latið seg kanna fyri CTD, 120 eru funnin við ílegusjúkuni, og tað eru nógv fleiri, enn læknarnir høvdu væntað.

Áðrenn kanningarnar byrjaðu, varð hildið, at ein av hvørjum 1.300 í Føroyum mundi hava sjúkuna, men nú vísir tað seg, at ein av hvørjum 400 hevur CTD. Aðrastaðni, t.d. í USA, Australia og Japan, er talið ein av hvørjum 40.000.

CTD er ikki einasta ílegusjúkan í Føroyum. Læknar hava mælt til at seta í verk fyribyrgjandi kanningar av nýføddum fyri at finna nakrar av teimum mest álvarsligu so tíðliga sum gjørligt, men myndugleikarnir hava í huga útreiðslurnar og aftra seg.

Sendingina hava Jan M. Arnskov og Bogi Godtfred gjørt, upplýsir Kringvarpið.