##med2##
Í kvøld klokkan 19.30 verður ein stór løta fyri allar Hondbóltsføroyar. Tá spælir framúrskarandi U17 manslandslið okkara finalu í European Open kappingini í Gøteborg í Svøríki.
Finalan verður spæld í kendu marghøllini, Scandinavium sum kann hýsa 8.000 áskoðarum.
Royndi frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen og gløggi viðmerkjarin, Helgi H. Hoydal siga beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu vit hava gjørt við vanliga hondbóltsfrásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal í Gibraltar fyrrapartin.
Sjúrður H. Hoydal greiðir frá, at hetta eru nakrir heilt serligir dreingir, ið hava óvanliga góð evnir til at spæla hondbólt. Í sínum árgangi eru spælarar sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Jacobsen, Pauli Mittún o.a. við í heimsflokki, slær Sjúrður fast.
Sjúrður heldur, at tað eru meir enn góðar hallar- og venjingarumstøður sum hava framalt hetta fantastiska úrslitið, har Føroyar fáa í minsta lagi silvur í European Open kappingini. Miðvíst ungdómsarbeiðið og landsliðsarbeiðið hava sanniliga gjørt sítt til at fremja hetta avrikið.
Sjúrður hevði tað ringt í flogfarinum á veg til Gibraltar ígjár. Hann fekk ikki fylgt avgerandi dystinum móti Ungarn, men tá flogternan hjá Atlantsflogi segði úrslitið í hátalaran kundi hann stórfegnast um stóra sigurin.
Í kvøld fer Sjúrður saman við fleiri øðrum føroyingum at sita og lurta og hyggja eftir finaluni á hotelinum í Gibraltar.