Sjúrður Jacobæus útbúgvin sum lendisgartnari

1. juni 2003 varð Sjúrður Richard Samuelsen Jacobæus í Havn útbúgvin sum lendisgartnari við "anlægsteknik" sum sergrein.

Hann hevur lært hjá Sp/f Hjálpirót í Hoyvík, lærutíðin var 3 ár og 10 mánaðir, harav eitt ár á Beder Gartnerskole í Århus. Lærumeistari hjá Sjúrði var Torben Schneider. Sjúrður er 22 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, sonur Sólrun og Michael Jacobæus. Hann kemur framvegis at arbeiða hjá Sp/f Hjálpirót sum sveinur.