9. mars. Fjøruti Riddarar eitur dagurin. Hetta lærdu vit sum børn, og tað serliga við hesum degnum var, at soleiðis sum veðrið var hendan dagin, soleiðis skuldi tað vera teir næstu 40 dagarnar, so vit vónaðu altíð gott veður hendan dagin.
Men dagurin var eisini serligur á annan hátt. Tí hendan dagin fylti Sjúrður. 48 ferðir náddi hann at halda føðingardag. 29. desember 2008 vóru hansara dagar taldir! Ein forferdiligur dagur. Júst 4 ár og ein mánaði síðani eldri bróðir hansara, Birgir, andaðist.
Eg var í føðingardegi hetta kvøldið, feigdarboðini bórust! Vildi mest sum ikki trúgva hesum, men skjótt gjørdist greitt, at vinarskaðin enn eina ferð var minkaður.
Vit vóru javnaldrandi, Sjúrður og eg. Gingu í skúla saman øll árini í barnaskúlanum við Gjógv. Ofta gjørdu vit skúlating saman, serliga tá vit høvdu fyri at rokna heima. Manga løtuna sótu vit uppi yvir hesum smáu seðlunum við roknistykkjum, sum vit fingu heim við frá læraranum. Ikki altíð eins hugaligir, men vit komu ígjøgnum tað.
Tá tey 7 árini í barnaskúlanum vóru farin, skiltust okkara vegir. Eg fór í realflokk á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, meðan Sjúrður, sum altíð var meira til tað handaliga, valdi ikki at halda fram í skúlanum.
Men skjótt eftir fekk Sjúrður trupulleikar við heilsuni. Mjódnin vildi ikki tað, sum Sjúrður vildi. Hann fór til Danmarkar at leita sær heilsubót, og har búði hann hjá pápabeiggjanum Bjarna í Esbjerg.
Hesa tíðina gekk hann í 8. flokki í Danmark, og so kom hann heim, her hann helt fram í 9. og 10. flokki á Felagsskúlanum, har hann var liðugur í 1980.
Stutt eftir funnu hann og Kristensa saman. Eftir at hava búð eina stutta tíð í Runavík, bygdu tey í Lorvík, og har hava tey búð síðani, saman við synunum, sum gjørdust 4 í tali.
Flestu av hesum árunum hevur Sjúrður siglt við sandbáti úr Fuglafirði, og tað var eisini umborð á einum av hesum at Sjúrður var áhaldsin og datt niður í lastina, tá hann skuldi fara at hyggja eftir einari pumpu.
Nøkur ár komu vit tó at arbeiða saman á einum alibrúki í Sundalagnum. Hetta vóru nøkur góð ár, sum enn eina ferð prógvaðu góðu eginleikarnar hjá Sjúrði, hansara ótrúliga arbeiðssemi, hóast hann hevði havt trupulleikar við mjódnini, men tað sá man onki til.
Og tað var vørumerkið hjá Sjúrða! Ongantíð spardi hann seg, hóast man onkuntíð mælti honum til at taka tað eitt sindur meira róligt. Men nei, eingin kann koma aftaná og siga, at Súrður ikki hevði arbeitt fyri tað løn, ið hann fekk, og tað var soleiðis hann vildi tað.
Burtursæð frá tiðini vit arbeiddu saman á alibrúkinium, hava vit ikki sæst so ofta, síðani Sjúrður flutti til Lorvíkar, men løturnar saman hava tó verið sera góðar og gevandi. Har Sjúrður var, var hann heilur, og løturnar saman minnist eg við gleði, og tær eru góðar at taka fram aftur í minninum, nú Sjúrður ikki longur er okkara millum.
Alt ov stutta tíð fekst tú tilmálda her á foldum, men hesa tíðina livdi tú fult út.
Hvíl í friði, góði vinur!
Sofus