Sjúrður Skaale: Høgni Hoydal lýgur

Tað leikar hart á millum partamenninar Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale. ? Høgni Hoydal er frekur og lýgur, sigur Sjúrður Skaale.

Tað eru hørð orð, sum Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Tjóðveldi, nýtir um formann sín, Høgna Hoydal á Facebook.

Sjúrður Skaale sipar til grein, sum Helgi Abrahamsen skrivar, har hann vísir á, at Høgni Hoydal má halda uppat við at lúgva um stjórnarskipanaruppskotið. Men tað sum hevur størri almennan áhuga er, at Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal eftir øllum at døma eru í opnum stríði um hetta mál. Tá so stór orð verða brúkt millum partamenn, so má ósemjan metast at vera stór.

Sjúrður Skaale skrivar soleiðis:

»Hetta er rætt. Keðiligt at leggja oyra til hesi ósannindi, sum Høgni Hoydal endurtekur upp í saman. Tað var ikki endalig semja í fjør - málið varð bara lagt fram til víðari viðgerð. Og so hendan myndin av, at Høgni Hoydal stóð fast, men vit onnur boygnaðu undir donskum trýsti...

? Óluksáliga frekt. Um nakar tænir donskum sjónarmiðunum, so er tað Høgni Hoydal við (kanska) at forkoma stjórnarskipanini...«

Rás2 hevur fleiri ferðir roynt at fingið viðmerking frá Sjúrði Skaale og Høgna Hoydal, men hvørgin hevur verið at hitt.

Trýst her fyri at koma til Facebook vangamyndina hjá Sjúrði Skaale