Sjúrður skrivar Sjikago - Føroyskt heimsatlas og vit skriva Chicago!

Handan tíðargreinin hjá tær kundi verið betri. Nógv orð, gaman í, men innihaldið var fløkjaligt.

LEGG TEG SKERFLATAN: Soleiðis haldi eg meg duga at umseta hasa ensku yvirskriftina til føroyskt. Lat allar slúsur upp, so øll stavseting verður ein vavgreytur, har næstan alt ber til. Móðurmálið verður taparin.

CHICAGO: Halt teg til veruleikan, Sjúrður! Tú speirekur málvinir og Heimsatlas við at skriva Sjikago. Hatta er ósømiligt.

Chicago stendur í okkara frálíka heimsatlasi. Reglan er, at býir ikki verða føroyskaðir, bert lond. Soleiðis verður eisini gjørt kring heimin. Okkurt einstakt undantak er; sjálvandi skriva/siga vit Keypmannahavn, ikki København. Í enskum og fronskum broyta tey tó eisini býarnøvn: Køln verður broytt til Cologne.

Fert tú, Sjúrður, so lætt um veruleikan, tá tú viðgert málið um stavraðið á tingi, ja, so veit eg ikki, hvat vit kunnu vænta. Vónandi eru tingfólk á varðhaldi.

TVÆR TUNGUR Í SAMA HEYSI: Tú skrivar sum rættur tjóðskaparmaður/málvinur um tungumál, sum doyggja, at okkara ”lítla” mál er hótt, um Jóannes bónda og hansara málstrev á tingi, um danskar embætismenn og prestar, sum gjørdu seg ógvusliga inn á føroyskan navnasið.

Samstundis ætlar tú við tínum uppskoti at gera teg ógvusliga inn á móðurmál og stavseting og gongur beint ímóti hugsjónum Bóndans. Skilji tann, ið skilja kann! Zion í Kollafirði nevnir tú sum dømi um tínar víðu hugsjónir. Gev mær luft, sigi eg.

TJÓÐSKAPARPOLITIKKUR: Tú undrast, tí onkur heldur tað vera løgið, at tjóðskaparmaður skal koma fram við slíkum uppskoti. Lít teg íkring! Hvørjir eru ídnastu fjepparar tínir, t.d. í bløðunum? Er neyðugt at siga meir?

FOREININGIN: Onkur vil vera við, at ”Foreiningin” skal á fund saman við onkrari løgtingsnevnd, har stavraðið verður umrøtt. (Revar ansa gásum?) Nei, eg fái meg ikki at trúgva tí. Man málprofessarin annars vera boðin við?

KAP FARVEL: Í Útvarpinum nú um vikuskiftið varð sagt, at eitt lágtrýst var við Kap Farvel. Stik den! So altjóðalig eru vit anno 2009. Er tað ikki hugaligt, Sjúrður?

Góði Sjúrður og góða løgting! Gerið ikki hasa óbótagerð móti móðurmáli okkara!

Á Borg á Argjum um heystjavndøgur 2009

 

Við móðurmálskvøðu