Sjá tú blánar

Flaggdagsrøðan hjá Dagfinni Olsen, hildin í Vági flaggdagin

Flaggrøða hjá Dagfinn Olsen í Vági 25. apríl 2015

  

Sjá tú blánar sum loftið, og tú rodnar sum blóð

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.

 

Betri kann flaggið, Merkið, neyvan lýsast, og vælkomin øll somul til flaggdagshald í Vági.

 

Eg takki fyri heiðurin at vera biðin at halda hesa røðu. Men allarfyrst eigur kikarin at verða vendur móti teimum, ið so trúliga skipa fyri ár undan ári. Nevniliga skótaliðið Royndin. Eitt lið, ið má sigast at hava staðið sína roynd!!

 

Royndin er millum elstu skótalið í landinum, og í útvið hálva øld hava skótarnir skipað fyri flaggdagshaldið í Vági. Fyrst á Fløtuni Fríðu – hesum søguliga stað, har Nólsoyar Páll saman við øðrum lat byggja skip sítt – fyrsta veruliga skip føroyinga. Og seinni varð haldið flutt til minnisvarðan, tá hesin kom.

Sigast má, at áhaldni merkir hetta - ikki so øgiliga fjølmenta lið, ið ár undan ári skipar fyri.

Og er tað nakað , ið merkir flaggsøgu okkara, so er tað júst áhaldni og treiskleiki.

 

Eg fari í hesi røðu um Merkið, flaggið, ið er ogn Føroya fólks,  at royna at halda meg uttanvert politisku bøgarðarnar, so vítt til ber.

Tað er eisini í tráð við uppgávuorðingina frá fyrireikarunum, at hetta verður meira hugleiðandi, enn politiskt.

  

Ætlaði ikki at vevja so longi í sjálvari flaggsøguni, tó at neyvan slepst heilt undan, tí tað er líkasum Merkið og søguna, dagurin í dag snýr seg um. Men við flaggsøguni er tað næstan sum við jólaevangeliinum: tað er sama søga ár undan ári, og tí kann tykjast heldur møtumikið at endurtaka ov nógv úr hesi annars hugtakandi søgu.

 

Men flaggsøgan ER spennandi og hugtakandi, og serstakt er tað her á staðnum, tí fyrsta føroyska flaggið er í varðveitslu her í oynni, nevniliga í Fámjins kirkju.

Tað vóru studentarnir, staddir í Keypmannahavan,ið settu sær fyri at sniðgeva eitt føroyskt flagg. Innan hetta høvdu onnur verið, eittnú kenna vit tjaldursflaggið og veðraflaggið.

 

Kring hesa fyrstu skapanarsøgu Merkisins, eru menn sum Jens Oliver Lisberg, Fámjin, Janus Øssursson, Havn, Th. Pauli Dahl, Vágur, Louis Zachariassen av Kirkju, Emil Joensen úr Bø, Kjartan Mohr, Havn og Gunnar Dahl-Olsen, Vágur.

  

Leiklutirnir vóru størri og smærri og ymiskir í skapanini av flagginum og fyrstu tíðina, tá studentar nýttu tað. Serliga mundu eittnú Th. Pauli Dahl og Jens Olivur Lisberg eiga stóran lut, tá samráðst og kjakast varð um, hvussu flaggið skuldi síggja út.

Men Ninna Jacobsen úr Havn hevði í 1919 sín greiða leiklut, tí hon seymaði fyrsta føroyska flaggið til studentarnar, eitt borðflagg.

 

Jens Olivur Lisberg fór á Nordisk Fane- og Flagfabrik og fekk teir at gera sær eitt stórt flagg.

Janus Øssursson og Jens Olivur fóru eftir flagginum, tá tað var framleitt, og fóru beinleiðis á Regensen, ella á Garð, sum føroyingar nevna kenda lestrarbúðstaðin. Har fóru teir á herbergið hjá Emil Joensen og stungu flaggið út av vindeyganum, og har veitraði tað fyrstu ferð undir víðum lofti.

 

Jens Olivur fór heim í summarfrí og hevði flaggið við sær. Hann vant tað á stong í Famjin og veitraði tað fyrstu ferð í Føroyum 22. juni 1919. Sama flagg hongur í dag í Fámjins kirkju.

Lagnan vildi tó, at Jens Olivur Lisberg gjørdist sjúkur og andaðist 31. august í 1920 – tá var hann bert 23 ára gamal.

Nevnast kann, at Vágbingurin Thomas Pauli Dahl gjørdist yvirlækni á Landssjúlrahúsinum í Havn í 1931, til hann fór frá vegna aldur – hann andaðist í 1977.

 

Alt hetta er líkasum grundleggjandi vitanin, barnalærdómurin, innan føroyska flaggsøgu.

 

Men blaðar ein í bókini Flaggsøguni – Merkið, eftir Niels Juel Arge, so sæst, at søgan er nógv breiðari, enn hetta.

Føroyingar hava verið altráðir eftir at faa eitt flagg. Ikki altíð samdir um, hvat fyri eitt tað skuldi vera. T.d. hevði vallarin og heimsborgarin Siggert Patursson sítt egna uppskot um flagg og hevði eisini yrkt tí ein ljóm.

 

Mangar eru søgurnar, eittnú um skiparar, sum í 20'unum flaggaðu við føroyskum flaggi á sluppunum, og tað kom fyri at teir fingu bót ella mistu eittnú grønlandsloyvi, so ein skilir, at stór virðir vóru uppá spæl (fyri at brúka eina málisku, sum enn í dag er uppi í tíðini). Men onki rein við, og alsamt fleiri flaggaðu við Merkinum.

 

Kend er eisini søgan um Niels Mørk úr Sandvík. Hann var við sluppini Vestmanna hjá Mortensen á Tvøroyri.  Óla Johan  Viberg á Sevmýri førdi sluppina Honnu. Kvøldið fyri at farast skuldi á Suðurlandi komu teir ásamt um, at Óla Johan skuldi heysa føroyskt flagg, tá hann fór avstað. Niels bað reiðaran um loyvi, men fekk onki greitt svar. Hann spurdi tí Josefinu, gomlu einkjuna eftir Niels Juel Mortensen, og hon bað hann bara flagga.

Men tá hanna fer út efir fjørðinum, heysaði Óla Johan dankst flagg.

 

Niels vildi ikki hoyra talan um hetta, men bant føroyska flaggið í flagglínuna. Johan Jacobsen, motorpassari í Sandvík, styðjaði Niels í hesum.

  

Boð fóru frá sýslumanninum til reiðaran Gudmund Mortensen, ið sendi boð oman á Vestmanna um at taka flaggið niður. Niels helt tó, at tá hann ikki kom sjálvur oman, so mundi hann ikki meina so nógv við tað.

Syslumaðurin sendir politistin Stóra Martin oman við boðum um at strúka flaggið.

-Strúka flaggi, sigur Niels Mørk, tað kann eg ikki, tí eg havi onki strúkijarn umborð.

Flaggið bleiv hangandi allan dagin.

 

Men heimafturkomin av Suðurlandinum var greitt, at Vestmanna fekk ikki Grønlandsloyvi, og heldur Niels Mørk, at hetta mundi vera orsakað av, at teir høvdu flaggað við føroyskum flaggi.

 

Sami Niels Mørk úr Sandvík var helst hin fyrsti at hava føroyskt flagg á deksfari. Hetta var, tá hann í oktober í 1922 fór við motorbátinum Tórgrími á Tvøroyri eftir brúður síni.

  

Mangar eru søgurnar og mangar eru hetjurnar í føroysku flaggsøguni. Neyvan slepst undan at nevna skiparan Óla Jákup í Skálum í Vestmanna, ið var hin fyrsti at hava føroyskt flagg í mesan-mastrini. Og hann keypti sær  sluppina Neptum og tískil var hann fyrsti reiðari og skipari at flagga við føroyskum flaggi. Hetta gjørdi hann rættiliga konsekvent og var tí mongum vási og fekk bót upp til fleiri ferðir.

 

Jú flaggsøgan er drúgv og spennandi, og nú bleiv eg helst meira drigin inn í hana, enn ætlað.

 

Men hví hava eitt flagg ?

 

Orðið flagg kemur av týska orðinum Flagen, sum merkir at sláa – kanska sláa í vindin - ella kundu vit sagt: í tóman heim.

Og flagg verður av fyrstan tíð sagt at vera nakað, ið oftast hevði hernaðarligan og praktiskan týdning – eittnú fyri at eyðmerkja ymsu herdeildirnar. Ella ættir og stættir.

  

Men grundleggjandi er tað fyri okkum menniskju, at vit vilja hoyra til. Vit vilja hoyra til, og tað hevur grundleggjandi týdning hjá mongum, hetta at kunna kalla seg hetta ella hatta, : føroying, vágbing ella annað. At hoyra heima onkrastaðni, at halda við VB, verða kirkjufólk ella annað, og kanska eisini markera seg inna ávísan politiskan flokk.

Longu sum ung vilja vit hoyra til flokkin, og sum árini ganga, fær hetta alsamt størri týdning í ungdómsárum.

Tað hevur jaliga ávrkian, at ung eittnú fylkjast í lið innan ítrótt ella innan tónlleik.

Og sjáldan er stoltleikin størri, enn tá ein umboðar tjóðina innan eittnú ítrótt.

 

Men vit hava eisini sæð, at hetta at savnast um okkurt og undir einum merki ella flaggi, kann misnýtast. Eittnú eydnaðist tað nazistunum í Týsklandi at savna tjóðina, - men ikki var hetta jaligt. Tí tað, ið savnað varð um, var ikki eitt jaligt merki og ikki ein jalig søk.

Sum altíð, so ræður um at hava høvdið við sær, og ikki leypa glaðbeintur undir eitthvørt flagg ella merki, tí ikki eru allir felagsskapir, ið bera gott við sær.

 

Og so kann ein eisini spyrja: hvat skulu vit við fløggum og tjóðareyðkennum í hesum globaliseringstíðum, har altjóðagerin er í hásæti?

 

Við internetinum minkaði heimurin munandi, og rákið hevur í stóran mun verið síðani, at heimurin skal sameinast. ES er gott dømi um hetta, har felags gjaldoyra og felags lóggáva skal valda. Men ikki er øll teori, ið ber til í praksis – har lekur sum kunnugt ofta ímillum.

Bæði Danmark og Ongland høvdu ilt við at fara upp í gjadoyrasamstarvið innan ES, og nýta euro. Tí danir vildu ikki av við donsku krónuna, sum teir vóru góðir við, og sama kendu bretar viðvíkjandi sínum gjaldoyra.  At sleppa hesum grundarsteini undir tjóðini kendist teimum ov svárt!!

 

Og helst er tað so, at hvørt vit gerast heimsborgarar, so er trongdin til persónliga samleikan har. Tað er í lagi at vera europeari!!!, ...men í botn og grund má kenslan av tí heimliga umhvørvinum vera har - og merkjast, tí fyrst er tað heimstaðið, so føðilandi, og síðani kann annað koma afturat.

Helst er hetta ein sera grundleggjandi kensla, ið vit menniskju hava. Og tá er onki nattúrligari, enn at hava eitt frámerki, eitt flagg.

 

Eg nevndi í áðni týskarar, og teirra savnan undir nýggjum merki undir seinna heimsbardaga.

Hóast allar ræðuleikar, ið seinni heimsbardagi hevði við sær, so var bardagin beinleiðis orsøk til, at ferð kom á føroysku flaggsøguna, og ein avgerð fall í hesum stríði.

 

Bretar hertóku sum kunnugt Føroyar, og teir gjørdu greitt, at føroysk skip kundu ikki longur sigla undir donskum flaggi. Danmark var jú hertikið av Týsklandi, og var tað at flagga við donskum flaggi tí at meta, sum hoyrdi ein til týska partin.

Bretar høvdu valdið í Føroyum og avgerð fall um at nýta merkið, og strika danska flaggið.

  

Tá vendist ikki aftur, og tá kríggið endaði fimm ár seinni, og danir aftur vildu hava føroyingar at venda aftur til støðuna, sum hon var fyri kríggið, søgdu føroyingar frá. Her vendist ikki aftur, og endin var, at føroyska flaggið framhaldandi var galdandi flagg, eins og undir krígnum. Og síðani hava vit alment, og uttan at bróta nakra lóg, havt merkið á stong, tá høvi er at vinda flagg á stong.

  

Og í dag, 25. apríl, veitrar merkið undir bláum lofti – sjálvan flaggdagin. Tað var bretski konsulin Mason, ið fekk uppgávuna at taka dagar ímillum amtmanin og føroyingar í flaggspurninginum. Hann umhugsaði eina millumloysn – eitt grønt flagg, men klokkan 17 tann 25. apríl í 1940 komu boðini, at føroyska flaggið varð valt – tað skuldi veitra  á øllum skipum alt samdøgurið, tá tey vóru til sjós, tey skuldu merkjast við føroyskum flaggi á skipssíðuni og umframt merkjast við Faroe, Færøerne – Føroyar.

  

Í ár eru 75 ár liðin síðani at kalendarin vísti 1940, og ikki er flaggið, Merkið, viknað í hugaheimi føroyinga. Haldi eg tori at siga, at øll eru góð við Merkið,uttan mun til hvar tey hoyra heima politiskt, átrúnaðarliga ella annað

Merkið eigur at verða savnandi, ikki spjaðandi, og eg haldi eg tori at siga, at Merkið er savnandi fyri føroyingar.

  

Í Keypmannahavn, fáar metrar frá kendu gongugøtuni Strøget, liggur Rundatorn og Regensen – lestrarbúðstaðurin, ið føroyingar nevna Á Garði.

Føroyingar í hópatali hava búð har, eisini um vit hyggja mong ár aftur í tíðina. Og júst á hesum gamla og søguliga stað veitraði Merkið gjøgnum kamarsvindeygað í 1919.

Veit ikki um øll geva sær far um henda bygning, skamt frá stóru handilsgluggunum í kendu handilsgøtuni.

  

Mær untist í fleiri førum at vitja inni Á Garði, og eisini gista har, tá bróður í lestrarárunum hevði tilhald har.

Hetta er eitt serligt stað, við søgu og atmosferu og siðum.

Miðskeiðis inni í garðinum sæst  eitt træ, ið eisini sæst á onkrum sera gomlum myndum av føroyskum studentum. Og at standa í garðinum, hyggja seg í kring, líta upp í øll vindeyguni, og síggja Rundatorn, ið er næsti granni, gevur eina serstaka kenslu.

 

Her hava føroyingar gjøgnum tíðirnar búðleikast, fjart frá grønu líðunum og bláa havinum. Ongin seyður, ongar sóljur.

 

Men tað slepst ikki undan, at meðan ein soleiðis stendur og grundar, so kemur heita kenslan, og ein hugsar: eg standi nú á sama stað, sum Merkið veitraði á fyrsta sinni í 1919. Og tann kenslan er serstøk!!!!  Ikki sørt at flaggsangurin kemur til hugs, har yrkt verður: eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg.

  

Alt, sum í dag tykist sjálvfylgja – er ikki komið av sær sjálvum. Tað kunnu grannarnir norði á oyggj – tey í arbeiðarafelagnum Fylking sanna – hetta felag, sum í dag heldur sín 100 ára dag.

 

Og hetta kunnu vit føroyingar sanna, um vit lesa flaggsøgu okkara. Stríð skal til. Men sum skaldi yrktið .. hvat er væl eitt lív við ongum stríði!!??

Merkið er okkara, og tað savnast vit um.

 

 Í flaggsanginum syngja vit soleiðis:

 

Siggi brim randa strendur og berg

hoyri vetrarins brot

boða summarsins lot

hoyri heystmyrka lag

boða várljósan dag

 

Takk fyri løtuna og  góðan flaggdag!!