SJAKALURIN

Amerikanararnir hava hjálp russisku løgregluni móti mafiuni. Nú vil mafian hevna seg. Til tað endamálið leiga teir ein mann við ongum navni, ongari fortíð, men sum sigst vera fyrilitaleysur at gjøgnumføra sníkisálop síni. Ein maður, sum bara verður nevndur Sjakalurin

FBI veit illa nokk, hvør ið er málið hjá Sjakalinum, ella nær álopið verður Og teir vita als ikki, hvør hann er. Tí troyta teir síðstu loysnina og gera eina avtalu við ein av fongslaðu IRA-terroristunum, Declan Mulqueen. Hann veit, hvussu Sjakalurin sær út. Hann og Sjakaluri hava eisini eina felags fortíð.

Meðan leigudrápsmaðurin, sum við síni ísandi kynismu verður leiktur av Bruce Willis, fyrireikar álopið og spinnur eitt net av følskum samleikum og loyniligum sníkisvegum, arbeiðir FBI og Mulqueen desperat upp á at koma á slóðina hjá leigudrápsmanninum. Men tá teir nærkast rættuliga, síggja teir, at teir eisini sjálvir kunnu koma í skotlinjuna hjá Sjakalinum.

Richard Gere hevur leiklutin sum Mulqueen, meðan Sidney Poitier spælir leiðarin hjá FBI av aktiónini. Michael Caton-Jones (»Rob Roy«) hevur instruerað filmin, sum er grundaður á klassiska trillaran hjá Fred Zinnemanns frá 1973.


Filmurin hevur frumframførslu í Havnar Bio 30. januar