Í nógv ár hava løgtingsumboð úr øllum flokkum arbeitt fyri at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. – Sjálvandi.
Men samtíðis vilja ikki allir flokkar hava føroysk umboð vald á Fólkating.
Á Fólkatingi verða lógir gjørdar, sum beinleiðis ávirka okkara viðurskifti, meðan Norðurlandaráðið hevur ikki lóggávuheimild. Har verða bara tilráðingar gjørdar, sum parlamentini í einstøku londunum kunnu samtykkja, um tey vilja tað.
Hetta er ein løgin støða. – At vilja sleppa inn, har ávirkanin er lítið, samtíðis sum roynt verður at sleppa út, har ávirkanin er stór.
Sjálvandi skulu vit føroyingar velja okkara umboð á Fólkating. Tað er har, ein partur av okkara lógum verða gjørdar, og tað er har, ráðharrar skulu standa til svars fyri teirra avgerðum, sum viðkoma okkum.
Vel Sambandsflokkin – eisini á Fólkating!
https://youtu.be/2zGzOb5QtZE?si=IbbpfBuiaPCJ82E8
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin











