Sjálvandi skal Tjóðleikhúsið liggja í Sundalagnum

Nú Landsstýrið og Tórshavnar kommuna framvegis ikki kunnu semjast um staðsetingina av nýggjum Tjóðleikhúsi, er tað einki meira upplagt enn at hyggja norður í Sundalagið.

 

Við Áir eru stórar ætlanir um at byggja eitt nationalt Sjósavn saman við Hvalastøðini við Áir. Tjóðsavnið hevur stórfingnar ætlanir, sum vit í Sunda kommunu taka fult og heilt undir við. Sjálvandi kann eitt Tjóðleikhús staðsetast saman við hesum maritima savns- og upplivingardeplinum mitt í landinum, í smørholinum í Sundalagnum.

 

Økið er longu til tað, og byggisamtyktin er longu broytt til at hýsa almennum stovnum. Møguleikarnir á staðnum eru framúrskarandi, bæði til at hýsa bygningum, atknýttum virksemi sum ráðstevnuhotelli, matstovu – møguliga enntá KOKS ella líknandi, eins væl og ferðavinnusamskipandi skrivstovu.

 

Staðseting og vilji eru longu til at fáa øll hesi tingini at ganga upp í eina hægri eind.

 

So sjálvandi skal Tjóðleikhúsið liggja í Sundalagnum, har tað er skjótt og lætt koyrandi til úr øllum Føroyum.

 

Rógvi Nybo

 

Formaður í Teknisku nevnd í Sunda kommunu