Sjálvbodnir norðmenn deyðanum nær í Ukraina

- Eg síggi, at Simon Johnsen er á lívi. Men, kroppurin á kvinnuni, vit høvdu hjálpt, var farin í tvey, og rundan um okkum lógu fleiri lík, sigur Sander Sørsveen Trelvik, sum Verdens Gang hevur skift orð við.

 

Hósdagin í vikuni vórðu tveir sjálvbodnir hjápararbeiðarar úr Noregi, Sander Sørsveen Trelvik og Simon Johnsen, raktir í russiskum álopi á ukrainska býin, Bakhmut, har harðir bardagar hava verið seinastu tíðina.

 

Teir starvast í felagsskapinum, Frontline Medics, sum teir sjálvir hava verið við til at reist á føtur, og tað var, tá teir hjálptu einari eldri løstaðari ukrainskari kvinnu, at teir vórðu raktir av russiskum bumbum. 

Eftir skaðarnar, teir fingu í álopinum, hava teir verið til viðgerðar á sjúkrahúsi í Dnipro, og í dag veit norska kringvarpið NRK at siga, at menninir nú eru á veg heimaftur til Noregs. 

Væntandi fer ferðin úr Ukraina at taka nakrar dagar, sigur ukrainski læknin, Elena Kondratenko, við NRK. 

 

Hon hevur havt nógv við teir báðar at gera seinastu dagarnar. 

 

Fríggjadagin – tað var í gjár – skifti norska blaðið Verdens Gang orð við Sander Sørsveen Trelvik,sum greiddi frá, at tað gongur væl, so leingi sum hann fær heilivág alla tíðina.

- Men, flyti eg meg, er pína, segði hann í telefonini av sjúkrahúsinum í Dnipro.

 

##med2##

Sander er brendur um 30-40 prosent av kroppinum, báðar trummhinnurnar eru sprongdar, og hann hevur nógvar splintur í kroppinum.

- Eg minnist alt, men hendingin stendur kortini eitt sindur kám fyri mær, sigur hann.

Um morgunin henda hósdagin vóru Sander Sørsveen Trelvik og Simon Johnsen á einari hjálparmiðstøð í Bakhmut, har teir ótu, drukku te og snakkað við onnur, sum vóru har. 

- Í rúminum við síðuna av savnaðust sivilfólk. Her var tað ein, sum var sjúkur av lungnabruna, sum spurdi, um eg kundi kanna hann, sigur Sander.

Meðan hann stendur við sjúklinginum, kemur Simon inn og sigur, at teir mugu fara beinanvegin, tí ein eldri kvinna, sum er rakt í álopi, liggur løstað við vegin, einar 500 metrar burtur. 

 

Teir báðir fara saman við føraranum út í sjúkrabilin og koyra yvir til kvinnuna, har teir geva henni viðgerð og royna at steðga bløðingunum, hon hevur.

Og tað er, meðan teir royna at hjálpa hesi kvinnu, at ein nýggj bumbuspreingin er.

 

Í nøkur sekund er alt svart.

- Eg varð slongdur fleiri metrar upp í loft, sigur Sander Sørsveen Trelvik, sum leggur aftrat, at tað virkaði, sum tað gingu fleiri minuttir, áðrenn hann fekk sjónina aftur, men helst hevur talan bara verið um sekundir.

Klæðini, hann var í, vóru uppkolað, og hann var tað bera blóð um allan kroppin.

- Eg síggi, at Simon Johnsen er á lívi. Men, kroppurin á kvinnuni, vit høvdu hjálpt, var farin í tvey, og rundan um okkum lógu fleiri lík, sigur hann.

Hóast ógvusligar løstir, følir Sander Sørsveen Trelvik í hesi løtu ikki, at hann hevur pínu. Hann roynir at finna út av, hvussu stórir skaðarnir eru, sum hann hevur fingið, soleiðis at hann kann útiloka, at hann hevur stórar bløðingar, sum mugu steðgast.

- Nú var bara at koma sær aftur upp á beinini og í tryggleikan. Eg var skakaður, og eg skilti ikki, at eg var á lívi, sigur hann. 

Simon og Sander komu í tryggleikan í einum húsum beint við. 

 

##med3##

- Vit sóu, at russar vóru málrættaðir eftir at drepa okkum. Teir hava brúkt henda framferðarhátt áður. Teir bumba, og so brúka teir dronur at fylgja við, nær hjálparfólk koma á staðið. Tá hjálparfólkini eru komin, bumba teir aftur, sigur Sander.

Tað er eitt undur, at teir báðir eru á lívi, tí teir kundu eins væl verið deyðir í álopinum. Báðir halda teir, at verndarbúnarnir, teir vóru í, eiga sín lut í, at teir eru á lívi.

- Tá vit skulu út at hjálpa fólki, gera vit eina trygdarmeting, og vit eru ógvuliga greiðir yvir vandan, serliga í Bakhmut, sum er blóðugusta stað á jørðini í løtuni, sigur Sander Sørsveen Trelvik og leggur aftrat, at meginparturin av býnum er lagdur í oyði.

 

##med4##

 

Hóast ógvusligar løstir, føldi Sander Sørsveen Trelvik ikki beinanvegin, at hann hevði pínu.

- Russar vóru málrættaðir eftir at drepa okkum. Teir hava brúkt henda framferðarhátt áður.