Hóast tølini eru smærri hjá Sjálvstýrisflokkinum enn hjá Fólkaflokkinum, so eru tað lutvíst nógvar atkvøður, sum í øllum førum ikki fara til somu valevni hesaferð, sum við seinasta løgtingsval
Toppskorarin Kristin Michelsen verður uttan iva aftur á listanum hesaferð, men tað verða fyrrverandi floksformaðurin Jógvan Skorheim og Terje Vestergaard ikki, tí báðir hava meldað seg úr flokkinum. Jógvan Skorheim fekk 229 atkvøður, og Terji Vestergaard fekk 116.
Tilsamans svara atkvøðutøl teirra til 30 prosent av teimum 1.158 atkvøðum, sum Sjálvstýri fekk á seinasta løgtingsvali.