Sjálvstýrisflokkurin stillar ikki upp til næsta fólkatingsval.
Tað varð staðfest á landsfundi hjá Sjálvstýrisflokkinum í kvøld.
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, og einasta umboð floksins á tingi, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku fólkatingsessirnar.
Hetta er eisini í samsvari við stevnuskránna hjá flokkinum, har tað stendur, at fólkatingssessirnir skulu takast av.
Men uppskotið varð felt við stórum meiriluta og eitt, sum nógvir politikarar føra fram, er, at tað er kjølfest í sjálvari grundlógini.
- Men skal talan verða um tríggjar javntsettar partar í ríkinum, skuldi tað eisini verið sjálvsagt, at vit høvdu javnbjóðis umboðan í tingunum hjá hvørjum øðrum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir á, at Danmark hevur ein ríkisumboðsmann í Føroyum og hann hevur rætt at møta í Løgtinginum, har hann hevur rætt til at taka orðið, men hann hevur ikki atkvøðurætt.
Kári P., Højgaard sigur, at spurningurin hevur eisini verið til viðgerar í fundi í landsnevndini.
- Har var full semja ímillum limirnir í landsnevndini, at vit skulu ikki stilla upp til næsta fólkatingsval, sum í seinasta lagi verður í september 2015, ein mánað undan løgtingsvalinum.
Kári P. Højgaard sigur, at hetta er ein niðurstøða, hann sjálvur er púra samdur í.
- Sjálvstýrisfólk eiga heldur at leggja allar árar í sjógv fyri at vinna flokkinum eitt so gott løgtingsval sum til ber, sigur Kári P. Højgaard.
Og á landsfundinum í kvøld varð so endaliga staðfest, at Sjálvstýrisflokkurin skal ikki stilla upp á næsta fólkatingsvali.
Myndin er av limum í floksleiðsluni hjá Sjálvstýrisflokkinum, frá vinstru eru tey, Arnfríð Hentze, Kári P. Højgaard, Poul Jákup Poulsen, Jógvan Skorheim, Kristianna Winther Poulsen, Petur Olivar í Hoyvík, orðstýrari.