Løgreglan hevur gjørt fleiri ferðslukanningar seinastu dagarnar.
Í gjár vóru ferðslukanningar gjørdar bæði í Leirvík og millum Fjarða, umframt at løgreglan stóð við fleiri skúlar og kannaði morgunferðsluna.
Fleiri bilførar fingu eisini klipp í kortið. Í Leirvík vórðu tveir bilar steðgaðir í bygdum øki, annar koyrdi 77 km/t meðan hin koyrdi 81 km/t. Í einum bili sat eisini eitt barn undir 15 ár uttan trygdarbelti. Hetta kostar eisini eitt klipp í koyrikortið.
Millum Fjarða vóru eisini tveir bilar steðgaðir. Annar koyrdi 106 km/t, meðan hin koyrdi 92 km/t, hóast hann hevði viðfestisvogn á bilinum. Hámarksferðin tá er 70 km/t.
Løgreglan var millum annað við Kvívíkar skúla í gjár og har fingu tveir bilførarar klipp í kortið. Í báðum førum var talan um børn, sum sótu leys í baksetrinum.