Sjey fiskiveiðulond mótmæla ES-bannið móti kópavørum

Í sambandi við NAMMCO ársfundin, sum varð hildin í Tromsø hesa vikuna, var semja um at mótmæla ES-bannið móti kópavørum. Øll NAMMCO limalondini, Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg, umframt Kanada, Russland og Japan, ið luttaka sum eygleiðarar í NAMMCO, samdust um at senda út eitt felags tíðindaskriv, sum mótmælir ES-innflutningsbannið móti kópavørum.

Í mai mánaði í ár hevði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, fund við kanadiska sendiharran í fiskivinnumalum, Loyola Sullivan. Jørgen Niclasen førdi tá fram, at londini skuldu gera vart við sína ónøgd við ætlaða ES-bannið. Føroyar tóku eftir fundin stig til at orða og samskipa mótmælisskrivið móti ES-banninum. Samskifti hevur síðan verið millum londini, og á NAMMCO ársfundinum í Tromsø var endaliga hondin løgd á felags tíðindaskrivið.

Í skrivinum verður m.a. víst á, at ES-bannið verður við til at undirgrava grundleggjandi meginreglur fyri samstarv um burðardygga gagnnýtslu av havtilfeingi og rættindi til millumlanda handil.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, heldur tað vera týdningarmikið, at fiskivinnutjóðirnar í Norðuratlantshavinum arbeiða tættari saman fyri at varðveita rættin til tilfeingið í havinum. Hann fegnast um, at øll NAMMCO-londini saman við Russlandi, Japan og Kanada eru komin ásamt um eitt felags mótmæli móti ES-banninum.