Sjey føroyingar í starvsvenjing hjá danska DONG

Tað er vorðið alt meira vanligt, at útlendsk oljufeløg seta føroyingar í starv. Oljusamtakið ?Faroes Partnership? byrjaði herfyri eina lýsingarherferð fyri at fáa føroyingar í starvsvenjing hjá feløgunum í samtakinum. Úrslitið er, at sjey føroyingar skulu í starvsvenjng hjá DONG

Ikki færri enn sjey føroyingar hava fingið játtaða starvsvenjing hjá danska oljufelagnum DONG. Danska felagið lýsti herfyri í føroysku bløðunum eftir tveimum føroyingum at seta í sokallað ?trainees? størv. Tvs. at teir arbeiða hjá felagnum í eina ávísa tíð fyri harvið at kunna seg við, hvussu eitt oljufelag arbeiðir.

-Vit eru sera ovfarin av og fegin um, at so nógvir kvalifiseraðir føroyingar søktu størvini sigur Bodil Jensen, starvsfólkaleiðari hjá DONG.

Meiri enn 30 føroyingar søktu, og tá so stórt tal av teimum, sum vóru til samtalu, vístu seg at vera sera væl egnaðir, gjørdi leiðslan í DONG av at taka sjey fólk. -Hetta gjørdu vit fyri at geva uppaftur fleiri føroyingum møguleikan til at ?snodda? til hvat henda vinnan hevur at bjóða uppá sigur Bodil Jensen.

Teir sjey føroyingarnir, sum nú fáa boðið stutttíðarstarv hjá DONG fevna rættiliga víða innan oljuvinnuna - frá búskaparfrøðingum og sakførarum til jarðfrøðingar og verkfrøðingar.

Teir koma nú at arbeiða á teimum ymsu deildunum hjá danska oljufelagnum. Teir fyrstu føroyingarnir taka við starvinum longu um ein mánað og verða teir í starvinum í millum 3 til 6 mánaðir.

DONG er móðurfelagið í einum samtaki, hvørs arbeiðsøki er leiting eftir olju, framleiðsla, flutningur og keyp og søla av olju og nátúrgassi. Í samtakinum arbeiða umleið 400 fólk. Í 1997 hevði samtakið ein umsetning uppá 7,5 mia. kr. Eftir skatt varð úrslitið góðar 1,3 mia. kr. Danski staturin eigur øll partabrøvini í DONG.

DONG er eisini við í oljusamtakinum ?The Faroes Partnership?, sum fevnir um Amerada Hess, Lasmo og Norsk Hydro. Samtakið ætlar sær at vera við í 1. lisensrundu við Føroyar, tá hann verður.

Eisini hini feløgini í samtakinum arbeiða miðvíst við at útvega føroyingum arbeiði ella starvsvenjing. Herfyri lýsti LASMO eftir tveimum føroyskum ?Trainess?. TEir verða settir skjótt. Norsk Hydro fer eisini at lata dyrnar upp fyri føroyingum í næstum, meðan Amerada Hess longu hevur fleiri føroyingar í arbeiði, onkur í føstum og onkur í starvsvenjing.