Sjey HM-luttakaralond leiktu venjingardystir mikudagin

HM-luttakaralondini spæla venjingardystir undan HM-endaspælinum um eina viku

Nú er minni enn ein vika til HM-endaspælið í hondbólti í Svøríki og Pólandi byrjar 11. januar.

 

Sjey HM-luttakaralond spældu mikudagin og mikukvøldið venjingardystir sum liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið.

 

Úrslitini vóru hesi:

 

Póland – Iran 32:27 (16:17)

Egyptaland – Kekkia 33:30 (20:13)

Belgia – Marokko 30:28 (12:16)

Frakland – Niðurlond 43:32 (19:18)

 

Av hesum átta londunum er tað bara Kekkia, ið ikki skal taka lut í HM-endaspælinum.