Sjey løðistøðir næstu tvey árini

Skal vera lættari at løða elbilar í Føroyum.

Í heyst fór SEV í holt við at seta fyrstu løðistøðina í Føroyum upp í Klaksvík, men innan tvey ár eru farin, er ætlanin at sjey løðistøðir skulu vera kring landið. Tað upplýsti Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, í síni formansfrágreiðing á eykaaðalfundinum hjá SEV í morgun.


Ætlanin er at gera arbeiði í tveimum stigum. Í ár verða tríggjar løðistøðir settar upp, tann í Klaksvík, ein í Tórshavn og ein á flogvøllinum.


Næsta ár er so ætlanin at gera fýra løðistøðir aftrat. Tær skulu vera í Runavík, við Streymin, á Sandoynni og í Suðuroy.


Við hesum løðistøðunum metir SEV, at undirstøðukervið við bráðfeingis løðimøguleikum er nøktandi.