Faroe Petroleum, sum søkti um leitiloyvi, var ov stutt hesaferð.
Tað gekk ikki sum ætlað hjá føroyska oljufelagnum Faroe Petroleum, nú grønlendska ráevnisfyrisitingin hevur gjørt av, hvørji feløg skulu fáa leitiloyvi í Vesturgrønlandi komandi 10 árini. Faroe Petroleum var eitt av umleið 12 feløgum, sum søkti um leitiloyvi men sum varð valt frá saman við fimm øðrum feløgum. Feløgini, sum fingu tillutað leitiloyvi vórðu Shell, Statoil, Gas De France, ConocoPhilips, Cairn, Dong Energy og Maersk Oil. Haraftrat er grønlendska oljufelagið Nunaoil borið felag í øllum loyvum.
At Faroe Petroleum ikki fekk loyvi í Grønlandi kann hava nakað við tað at gera, at fleiri av feløgunum hava søkt um somu teigar. Kappingin hevur rætt og slætt verið sera hørð. Ein onnur orsøk kann vera, at grønlendska ráevnisfyrisitingin bara hevur valt at geva loyvi til tey heilt stóru og tey meðalstóru oljufeløgini, sum peningaliga og tøkniliga eru best fyri.
Talan er um ikki færri enn trý skandinavisk feløg, sum hava fingið leitiloyvi. Tvey donsk og eitt norskt. Við hesum loyvunum í Grønlandi hava norska Statoil og danska Dong víst, at tey kanska meira enn onnur oljufeløg fokusera uppá Norðuratlantshavið, tvs. økið vestan fyri Hetland, eystan fyri Føroyar og nú Grønland. Dong er í bólki saman við ConocoPhillips, sum er fyristøðufelag. Statoil er saman við Shell, sum er fyristøðufelag og Gas De France. Statoil er annars frammanundan rættiliga virkið í Grønlandi. Tað stendur á odda fyri einum samtaki, sum hevur gjørt kjarnuboringar í Eysturgrønlandi, har fleiri av heimsins størstu oljufeløgum eru við, eitt nú ExxonMobile, Chevron og Shell.
Áhugavert er at síggja, at danska oljufelagið Maersk Oil hevur fingið eitt av leitiloyvunum. Hetta er fyrstu ferð, at felagið hevur víst Grønlandi áhuga. Felagið er fyristøðufelag í einum av teimum sjey loyvunum.
Grønlendski landsstýrismaðurin í oljumálum, Ove Karl Berthelsen sigur, at úrslitið av útbjóðingarumfarinum er eitt týðandi stig á leiðini til at fáa ein burðardyggan samfelagsbúskap í Grønlandi. Hann sigur, at feløgini eru vald út eftir teirra fíggjarligu og tøkniligu styrki og hvussu væl fyri tey eru til at handfara trygd, heilsu og umhvørvi. ?Trygdin skal vera í hásæti, og eg gleði meg til at fylgja arbeiðinum hjá oljufeløgunum sigur oljumálaráðharrin.
Økið, sum er lutað út, fevnir um gòðar 70.000 kvm. Við teimum loyvum, sum latin eru til oljuleiting áður, er samlaða økið, har loyvi eru latin, uppá 200.000 kvm. Umframt feløgini, sum hava fingið tillutað nýggjastu loyvini, eru eisini fleiri onnur feløg við loyvi: Exxon, Chevron, Husky, EnCana, og PA Resources.