Nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør hevði úr at gera í gjár. Hann hevði vitjan av ikki færri enn 7 útlendskum oljufeløgum. Fyrrapartin vitjaðu tey trý oljufeløgini, Saga, Total og Anadarco. Hesi hava, sovítt Sosialurin skilur tað, gjørt av at skipa seg sum oljusamtak á føroyska økinum við Saga sum operatøri.
Seinnapartin var enn eitt oljusamtak á vitjan. Talan er um Amoco-bólkin við oljufeløgunum Amoco, Fina, Mærsk Olie & Gas og Deminex.
Hetta eru tey fyrstu oljufeløgini, sum hitta nýggja oljumálaráðharran í Tinganesi. Umframt landsstýrismannin var eisini leiðarin á Oljufyrisitingini, Herólvur Joensen og tók ímóti gestunum. Sosialurin skilur, at oljufeløgini bert ynsktu at presentera seg, nú Føroyar hava fingið ein landsstýrismann í oljumálum burturav.
Tað nýggja í hesi vitjan er so eisini, at nógv bendir á, at eitt vit fyrsta dagin fara at fáa eitt nýtt oljusamtak, sum ætlar sær at vera við í eini fyrstu útbjóðing. Higartil hevur Saga Petroleum verið einsamalt, meðan Total og Anadarco meira ella minni hava staðið úti á síðulinjuni og bíðað. Nú bendir nakað á, at hesi trý feløgini fara at leggja royndir og kreftir saman fyri harvið betri at kunna gera seg galdandi á føroyska økinum.
Total, sum er franskt oljufelag, telist millum heimsins størstu, meðan Anadarco, ið er amerikanskt, er oljufelag á stødd við Saga. Felagið arbeiðir eitt nú í USA, har m.a. í Alaska, og tað hevur áhugamál í Algeria, har tað arbeiðir saman við feløgum sum Mærsk Olie og Gas og Lasmo.