Sjey sýningar í klipp

Vetrarskráin hjá Filmsfelag Norðurlandahúsins KLIPP vetrarhálvuna 2003/2004 er klár

Filmsúrvalið hetta skeiðið er soleiðis, at heilt nýggir norðurlendskir filmar verða sýndir. Harafturat eru hetta filmar, sum annars ikki høvdu verið vístir eini føroyskari áskoðarafjøld. Umframt at verða nýggir, eru norðurlendsku filmarnir eisini valdir eftir filmslistarligum dygdum og einum varisliga mettum filmssøguligum virði. Millum norðurlendsku filmarnar er altíð ein fremmandur fuglur, hesuferðina ein filmur, sum inuittar hava gjørt í bygdini Igloolik í Norðurkanada. Sýningarnar verða mikukvøld klokkan 20:00.
Lagt verður fyri við fremsta danska leikstjóranum Lars von Trier og nýggja filmi hansara Dogville, har Nicole Kidman hevur høvuðsleiklutin sum hin vakra Grace. Hesin filmur verður sýndur í Høllini í Norðurlandahúsinum hin 15. oktober klokkan 20. Filmurin Dogville varð fyrstu ferð sýndur í Cannes í ár.
Annar filmurin í røðini er eisini danskur. Tað er Jannik Johansen sum hevur gjørt eina stuttliga søgu úr størsta listarliga ráninum í Danmark, tá ein Rembrandt málningur varð stolin. Filmurin lýsir fyrst og fremst faðir og son, sum eru við í hesum margháttliga ráninum. Filmurin Rembrandt verður sýndur 12. november. Hetta er fyrsti filmurin hjá unga Jannik Johansen. Í leiklutunum síggjast fremstu donsku filmsleikararnir beint nú.
Í jólamánaðinum sýnir filmsfelag Norðurlandahúsins norska filmin Himnarúmd. Upprunaheitið á hesum nýggja norska filmi er "Himmelfald". Leikstjóri er hin ungi Gunnar Vikene og hann letur leikin fara frama á psykiatriskari deild, beint upp undir jól. Í leiklutunum eru Marie Bonnevie og kendi danski leikarin Kim Bodnia. Gunnar Vikene verður mettur sum nýggja stóra navnið innan norska filmslist. Spennandi jólafilmurin "Himnarúmd" verður sýndur 3. desember 2003.
Fyrsti filmurin í nýggja árinum er úr Íslandi. Aftur er talan um ein ungan leikstjóra, Dagur Kári, sum ger fyrsta spælifilmin Nói, Albinói. Filmurin er um trupla dreingin Nóa, sum er albino og býr á bygd í Íslandi. Happing ger ikki tilveruna lættari. Hesin hugvekjandi, virðislønti filmur verður sýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin hin 21. januar 2004.
Annar filmurin í nýggja árinum er Atanarjuat, sum er inuittamál úr Norðurkanada og merkir "Hann, ið rennur, sum fyri lívinum". Leikstjórin Zakarias Kunuk (f. 1958) er úr bygdini Igloolik, har filmurin er tikin. Hann vann fyrstu virðisløn, Camera d?Or í Cannes, tá kappast varð um besta filmin, sum leikstjórar, ið royna seg fyri fyrstu ferð, hava gjørt. Filmurin, sum byggir á staðbundnan skaldskap av mannamunni, er drúgvur ? varir útvið 3 tímar. Sýningin er 11. februar.
Í sambandi við altjóða kvinnudagin vísir Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, svenska filmin Lilja 4-Ever. Hetta er filmur um 16 ára gomlu Lilju, sum er vaksin upp í fyrrverandi Sovjettsamveldinum og ikki eigur sýru í vegg, tá mamman rýmir til USA við einum fremmandum manni. Tá hon møtir Andrei tykist alt annaðleiðis. Hann billar henni inn, at í Svøríki er eitt betri lív hjá ungum baltiskum kvinnum. Og har byrjar søgan, sum ikki er tespilig. Lukas Moodyson hevur leikstjórnað og eins og í undanfarnu filmunum prógvar hann enn einaferð framúr hegni tá umræður arbeiði við ungum fólki. Sterki og viðkomandi filmurin "Lilja 4-Ever" verður sýndur í Norðurlandahúsinum tveir dagar eftir altjóða kvinnudagin, hin 10. mars 2004.
Sjeyndi og seinasti filmurin á skránni hjá Klippi, Filmsfelagi Norðurlandahúsins, er Sibelius. Filmurin, sum er spildurnýggjur, lýsir lívið, kærleikan og tónleikin, hjá kendasta tónaskaldi finnlendinga Jean Sibelius. Karmurin um søguna er hin gamli Sibelius, sum í húsunum "Ainola" minnist aftur á barnaárini, tá hann sum tvey ára gamal gerst faðirloysingur. Vit fylgja tónaskaldinum lestrarárini í Helsingfors, Berlin og Wien og fáa innlit í stríðið hjá hinum aldrandi Sibeliusi, tá hann berjist við áttindu symfoniina, sum allur heimurin bíðar eftir. Hann avbyrgir seg frá verðini og blakar lidnu symfoniina á bálið. Men alla tíðina hevur hann Aino við liðina. Timo Koivusalo er leikstjóri og Martti Suosalo hevur leiklutin sum Sibelius. Filmurin "Sibelius" verður sýndur hin 14. apríl 2004.
Prísur á atgongumerkjum er 60 kr til hvørja sýningina, men tilsamans 220 kr, um atgongumerkini til allar 7 sýningarnar verða keypt í senn og innan 1. oktober 2003.