Sjey næmingar í starvslæru á dagstovnaøkinum

- Vit leggja stóran dent á at hava gott samstarv við útbúgvingarstovnar, siga tey í Vágs kommunu

 

- Í løtuni eru sjey næmingar í starvslæru á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu. Næmingarnir eru deildir yvir alt dagstovnaøkið og umboða ymisk náms- og útbúgvingarstig í Føroyum.

 

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Ein námsfrøðilesandi og ein námsfrøðiatstøðingur eru í starvslæru í barnagarðinum, og tveir námsfrøðiatstøðingar er í starvslæru í forskúlanum, Sóljuni. Eisini er ein námsfrøðiatstøðingur í starvslæru í vøggustovuni og ein í frítíðarskúlanum. 

 

Aftrat hesum, siga tey í Vágs kommunu, er ein næmingur úr 9. flokki í starvsvenjing í barnagarðinum.

 

- Tað er sera gleðiligt, at næmingar velja at koma í starvslæru hjá Vágs kommunu. Hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at so nógvir næmingar eru í starvslæru í senn, og hetta síggja vit sum eitt jaligt tekin um áhugan fyri økinum.

 

Hetta sigur Eyðhild Mørk, dagstovnaleiðari.

 

Hon vísir á, at starvslæran eisini er við til at styrkja fakliga arbeiðið á dagstovnaøkinum.

 

- At hava starvslesandi skapar góðar fyritreytir fyri, at vit støðugt arbeiða við námsfrøði, og at vit miðvíst flætta saman teori og praksis í dagliga arbeiðinum. Saman kunnu vit skapa bestu møguligu fyritreytir fyri menning og trivnað hjá børnum og ungum í kommununi, sigur dagstovnaleiðarin.

 

Í Vágs kommunu leggja tey stóran dent á gott samstarv við útbúgvingarstovnar.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit samstarva við Heilsuskúlan í Suðuroy, Vágs skúla og Fróðskaparsetur Føroya, tá næmingar skulu í starvslæru. Vit eru sera glað fyri hetta samstarv og síggja hetta, sum ein týðandi part av at menna bæði fakligheit og framtíðar arbeiðsmegi á økinum.