Sjey stig til KÍ - eitt stig til AB

Vit taka samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum KÍ og AB

KÍ og AB hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hetta kappingarárið. 

 

Tann fyrsti dysturin millum KÍ og AB endaði við javnleiki, meðan KÍ vann teprar eittmálssigrar í hinum báðum dystunum.

 

Yvirtíðin var KÍ góð á Argjum í hesum kappingarárinum. Í fyrra dystinum móti AB tryggjaði KÍ sær javnleik í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í seinna dystinum hjá KÍ móti AB á Argjum skoraði KÍ sigursmálið í yvirtíðini.

 

Samlaði málmunurin í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 7-5 til KÍ.

 

AB-KÍ 1-1 (1-0) - 20. apríl 

 

1-0 Moses Obule (23.)

 

1-1 Deni Pavlovic (90.+9)

 

KÍ-AB 2-1 (2-0) - 25. mai

 

1-0 Deni Pavlovic (34.)

 

2-0 Jákup B. Andreasen (42.)

 

2-1 Bjarki Nielsen, br. (80.)

 

AB-KÍ 3-4 (1-2) - 17. august

 

0-1 Erlend Hustad (14.)

 

0-2 Páll A. Klettskarð (22.)

 

1-2 Bjarki Nielsen (38.)

 

2-2 Moses Obule (65.)

 

3-2 Brian Jakobsen (77.)

 

3-3 Dávid Reynheim (82.)

 

3-4 Jonn Johannesen (90.+4)

 

Kelda: FaroeSoccer