Frá venjingarbúna til prestakjóla

Í annaðkvøld klokkan 19 hevur danski presturin, Ronald Risvig, áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla”

 

Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni.

 

Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir við gerandissøgum.

 

- Hetta er um fólk, eg havi hitt, og hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi.

 

Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá.

 

- Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den røde tråd” og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin.

 

Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir fyrilestrinum mikukvøldið, siga tey í Vestmanna kirkju.