- Tað eru ongar samrøður millum USA og Iran, og tað eru heldur ongar ætlanir um samrøður millum londini.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social.
Forsetin heldur upp á, at Hormussundið er "púrasta opið", og at allar sjóminur eru burtur ella gjørdar vandaleysar.
Fyribils vápnahvíldin, sum var millum USA og Iran, er gingin út, so her er eingin vápnahvíld galdandi millum partarnar í løtuni.
Herfyri sá amerikanski forsetin ikki ljóst upp á eina endaliga avtalu við Iran, tí hann segði seg ikki vænta, at Iran vildi tað, sum hann vil.










