Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti
Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist Trækrúnulívæðrin. Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu og menniskjaligan hugburð til lívsins og náttúrunar margfeldi.
Sjúrður Hammer og Magnus – báðir lívfrøðingar - práta um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi.
Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur.
Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina, práta um bókina Av tí smærra slagnum eftir Claire Keegan.
Krígsharrin í Kreml er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Hon snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina.
Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarna Djurholm, sum týddi bókina.
Bjarki – hann úr Hoydølum – framførir tónleikin hesa ferð.
Sprotin skrivar, at øll eru vælkomin oman í Reinsaríið tann 20. klokkan 20, at seta seg afturá, fáa okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njóta tónleikin.
Umrøddu bøkurnar fáast við avsláttri.










