Á sjeynda ári við ?Anastasis?

Strandingurin Jonhard Joensen, sum í dag er 1. stýrimaður á evangeliumskipinum ?Anastasis?, fór at sigla við skipinum sum dekkari í 1988. Eg kundi gjørt hetta restina av mínum lívi! sigur Jonhard Joensen

Or&Mynd

Danland í Blokhus: Ein vanligur føroyingur á Danlandi í summarfrí, hugsaði eg, sum eg og tú. Møtti Jonhard Joensen á Cafetria í Vandland, ein fryntligur og dámligur maður og okkara samrøða datt á leyst og fast um børnini og hesa snotuligu svimjihøll á Danland í Blokhus.
Børnini hjá okkum hugnaðu sær í hylinum og so fór eg at spyrja Jonhard Joensen, hvat hann tókst við, og tá hann so hevði sagt nakað um sítt starv var eg skjótur at spyrja um eg ikki kundi gera eina samrøðu við hann, men tað lá ikki fyri. Hann hevði ymiskar umberingar og slíkari støðu havi eg so mangan verið í, at ikki øll fólk eru so fegin um at koma í presssuna. Men eftir at hava roynt friðarlig snildir gjørdust vit báðir samdir um at tað fór ikki at skaða við eini tunnari grein.
Í fjør gjørdist Jonhard Joensen so 1. stýrimaður umborð á evangeliumskipinum ?Anastasis?, men hann fór at sigla við skipinum longu í 1988 sum dekkari.
Í 1978 keypti Youth with a Mission (YWAM) ?Victoriu? ið skipið æt tá, og hevði siglt í Miðarahavinum. ?Anastasis? er bygt í 1953.

Lærdi til skipsførara í Føroyum
Um orsøkina til at Jonhard valdi at fara við ?Anastasis?, sigur hann, at hann var á Filipinunum í hjálpararbeiði í eitt ár við YWAM (Youth with á Mission) og tað vakti hann við ymsikum spurningum. Hví skuldi eg vera føddur í einum so góðum landi sum Føroyum, meðan onnur vóru endaði her og í hesi støðu. Hevði eg ikki eina ábyrgd? vóru spurningar sum Jonhard fór at seta sær tá og endaði tað so við at hann fór umborð á ?Anastasis? sum YWAM eigur.
Í 1994 fór Jonhard á skipsføraraskúla í Føroyum og var liðugur í 1997. Í 1998 fór hann so umborð aftur á ?Anastasis? og nú sum 2. stýrimaður, og í fjør gjørdist hann 1. stýrimaður.
Umframt ?Anastasis?, sum fleiri føroyingar kenna, eigur YWAM eisini ?African Mercy? og ?Carabian Mercy?. ?Anastasis? siglur millum Evropu og Vesturafrika og hevur skipið verið á sleipistøð í Spania í 6 vikur.
?Anastasis? hevði undan verið í Sierra Leone har borgarakríggj herjaði til 2001. Í Freetown í Sierra Leone lá ?Anastasis? í 3 mánaðir, og Jonhard Joensen sigur at har var stór neyð og elendigheit sum torført er at ímynda sær.

3 skurðstovur
Jonhard Joensen greiðir frá at skipið hevur 3 operationstovur, har fólk fáa læknahjálp og kunnu vera eina tíð. 40 seingjarpláss eru umborð á sjúkrastovum. Framdar vórðu einar 8-900 skurðviðgerir í Sierra Leone fyri krabba sjúkur, gráskær, opnan góma fyri at nevna nakrar. Eisini var konteynari á landi sum virkaði sum sjúkrahús til viðgerð av fólkum sum høvdu mist ein lim. Hetta vóru mest ræðuleikar sum fylgja av borgarakrígnum, sigur Jonhard Joensen.
Av teimum 400 fólkunum sum eru við ?Anastasis? tá skipið er í Afriku, eru einir 15-25 læknar og einar 30 - 40 sjúkrasystrar, og eisini tey starvast frívilluga. Og tannlæknar eru hartil við sum virka á landi. Tannlæknarnir - vanliga einir 4 - taka kompressarar og stólar við sær í land og arbeiða so ótroyttiligir undir sera torførum umstøðum.

Framsýningarferð í Evropu
Men manningin á ?Anastasis? hjálpir eisini á anna hátt í londunum vitjað verður, eitt nú við byggiarbeiði, grava vatnbrunnar, byggja skúlar, klinikkir, og hjálpa eisini bøndrunum. Og eisini verður givin frálæra á so at siga øllum økjum. Tað er sera týðandi at geva frálæru og upplýsa á so mongum økjum sum gjørligt, sigur Jonhard, tí alt hetta taka vit fyri givið, men soleiðis er ikki í Afrika.
Jonhard Joensen er 1.stýrimaður umborð og hevur sína ábyrgd av skipinum, meðan konan Debbie hevur aðrar uppgávur umborð, hon er ferðaleiðari, tá ?Anastasis? er í Evropa, men í Afriku starvast hon burturav við at fáa evangelii út.
Og hetta er eisini høvuðsendamálið við skipum sum hesum, at bera boðskapin, evangelii, út, og tað leggur Jonhard Joensen eisini stóran dent á.
Tað eru samkomur og einkultir persónar bæði í Føroyum og USA sum stuðla Johnardi og familjuni. Nú er familjan á veg til Rotterdam. Meðan familjan hevur havt eitt slag av frí á Danland hevur skipið siglt úr Spaniu til Rotterdam.
Í 14 dagar skal ?Anastasis? liggja í Rotterdam til framsýningar. So gongur framsýningarleiðin til Sunderland í Onglandi, Emden í Týsklandi og Malaga í Spaniu. Í december verður skipið aftur í Sierra Leone í Afriku. Jonhard greiður frá, at PR - framsýningar í Evropu - er 3 mánaðar av árinum, sleipistøð og sigling einir 3 mánaðar, og so 6 mánaðir í Afrika. ?Anastasis? hevur nú verið í tænastu í londunum millum Senegal og Nigeria ella í Vesturafriku sum longu nevnt.

Góður stuðul
Eg fái ikki sloppi undan at spyrja Jonhard hvussu børnini trívast umborð, Steffan sum er 10 ár og Rebekka sum er 6 ár. Jonhard greiður frá at Steffan var 5 ár og Rebekka var 1, tá tey komu umborð.
Skúlarárið 2000-2001 var øll familjan í Føroyum fyri at børnini skuldu læra móðurmálið, føroysk, tí umborð er alt á enskum. Jú, tey trívast ómetaliga væl, sigur Jonhard Joensen.
Men helst verður tað øðrvísi sum tey eldast. Vit eru umborð nú sum ein familja, og um vit verða eitt ella trí ár umborð aftrat, ja tað verður støða tikin til í felag.
Og eg spyrji Jonhard Joensen, hvør hansara persónliga støða er til spurningin: Eg kundi gjørt hetta arbeiði restina av mínum lívi!
Til seinast vil Jonhard Joensen vegna seg og familjuna hava meg at skriva at einki høvdu tey fingið gjørt uttan trúgva og góða stuðulin sum tey fáa hvønn dag. Tað hevði rætt og slætt ikki borið til, sigur Jonhard Joensen.
Til tey sum vilja vita meiri um YWAM og skipini, so er heimasíðan www.mercyships.org. E-posturin hjá Jonhard Joensen og familjuni er [email protected]