Sjeyndi føroyski landsliðssigurin hjá Lars Olsen

Enn er Lars Olsen ikki føroyski landsliðsvenjarin við flest sigrum. Allan Simonsen vann átta dystir við føroyska landsliðnum

Aftaná 3-0 sigurin á Liktinstein ígjár er Lars Olsen ikki langt frá at verða tann føroyski landsliðsvenjarin, ið hevur vunnið flest sigrar.

 

Tá Allan Simonsen var landsliðsvenjari, árini 1994 til 2001 vann Allan Simonsen átta dystir við føroyska landsliðnum. Í EM-undankapping vann Allan Simonsen við Føroyum heima og úti ímóti San Marino (3-0 og 3-1). Í HM-undankapping vann Allan Simonsen við Føroyum heima og úti ímóti Malta (2-1 og 2-1), Allan Simonsen vann eisini heima og úti í HM-undankapping ímóti Luksemborg (2-0 og 1-0). Haraftrat vann Allan Simonsen tveir venjingardystir. 2-0 úti ímóti Estlandi og 1-0 úti ímóti Liktinstein.

 

Lars Olsen hevur higartil vunnið sjey dystir við føroyska landsliðnum. Í seinastu EM-undankappingini 1-0 og 2-1 á Grikkalandi. Í seinastu HM-undankapping 1-0 á Andorra heima og 2-0 ímóti Lettlandi úti. Lars Olsen hevur við føroyska landsliðnum vunnið tríggjar venjingardystir. 3-0 á Liktinstein ígjár, og 3-2 á Liktinstein fyri tveimum árum síðani. Í 2014 vann Lars Olsen við føroyska landsliðnum 4-1 á Gibraltar á útivølli.

 

Lars Olsen er sostatt tveir sigrar frá at gerast mest vinnandi føroyski landsliðsvenjarin nakrantíð. Spennandi verður at síggja um tað hendir longu í ár, at Lars Olsen tekur metið frá Allani Simonsen.