Sjónbandalag frá Eivör

Fyrsta sjónbanda- og staklagið av nýggju útgávuni hjá Eivör er nú slept. Talan er um lagið Remember Me, av útgávuni Bridges.

Fyrsta sjónbandið av nýggju útgávuni hjá Eivör, Bridges, er nú at síggja á alnetinum. Tað er Marianna Mørkøre, ið hevur leikstjórnað sjónbandalagið til sangin Remember Me.

 

Sangurin verður at fáa til keyps á iTunes og Spotify í komandi viku. Útgávan verður slept 27. februar.

 

Bridges er tikin upp í Studio Bloch í Havnini, og eru tað Tróndur Bogason og Eivör sjálv, sum hava framleitt útgávuna.