Sjóvar kommuna ger sum hinar

Eisini Sjóvar kommuna hevur avgjørt at lækka kommunuskattin úr 22,5 prosentum niður í 21 prosent.

Skattaprosentið í kommununi varð hækkað í samband við, at kommunan samtykti at byggja eldrabýlið Sjóvarlon, sum nú stendur klárt at taka í nýtslu. Kommunan hevur seinastu árini framt fleiri kommunalar útbyggingar, millum annað á dagstovnaøkinum og skúlaøkinum, eins og at nýggjar útstykkingar eru gjørdar.

Sjóvar kommuna væntar sær nakað av vøkstri, tá Eysturoyartunnilin stendur liðugur og fer tí eisini at fyrireika seg til hetta í næstum, millum annað við fleiri útstykkingum og íløgum á vinnuøkið. 

- Tað hevur gingið væl í Sjóvar kommunu hesi seinnu árini, og okkara borgarar eiga eisini at fáa ein lut í hesi gongdini, og tí hava vit nú samtykt at lætta skattatrýstið á lønarinntøkuna, soleiðis at allir borgarar í kommununi kunnu fáa ein rúmsáttari gerandisdag, og vit vænta eisini, at umstøðurnar, ið Sjóvar kommuna í dag kann bjóða sínum borgarum, fara at økja um áhugan fyri at seta búgv í okkara kommunu.