Alliar sjúklingar, sum verða sendir úr Føroyum til serviðgerð uttanlands, skulu hava krav upp á at fáa fylgjara við. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður og lækni. Hann sigur, at støðan, sum hon er nú, er ikki nøktandi, har tað er ein tilvildarligur yvirlækni sum ger av, um ein sjúklingur sleppur at fáa fylgjara við. - Klára vit ikki at viðgera ein sjúkling her heima, men noyðast at senda hann av landinum, skal hann hava krav upp á at fáa ein fylgja við, sigur tingmaðurin og læknin. Hann sigur, at hetta fer at vera ein partur av valskránni hjá Miðflokkinum til næsta løgtingsval. Og kemur flokkurin soleiðis fyri, at hann endar í samráðingum um eina nýggja samgongu, verður hetta eitt av málunum, sum verður við í samráðingunum. - Sjúka er nóg mikið í sær sjálvum at bera og sjúk fólk eru illa fyri at seta spurningar og at taka ímóti boðum. - So senda vit fólk í fremman lond, til fremmand fólk og fremmandar umstøður, skulu vit tryggja teimum, at ein í familjuni skal sleppa við, sigur Jenis Rana. - - Jóna Mariusardóttir Mortensen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, tekur undir við hesum, men hevur ringar vónir. Tað eru ávísar sjúkur, sum geva rætt til at fáa fylgjara við, og ávísar sjúkur geva ikki rætt til at fáa fylgjara við. Og so ger tað annars ongan mun, um sjúklingurin er 90, sigur løgtingskvinnan. |