Sjúrður gleðir seg til brasilsku damurnar

(Eg og mítt HM) Skemtarin heldur við Colombia, men gleðir seg mest til kvinnuligu áskoðararnar

Fólkatingslimurin og kendi skemtarin, Sjúrður Skaale, ætlar ikki at seta HM í fremstu røð. Hann heldur við Colombia, tí hann var í landinum sum ungur.

 

Sjúrður hevur eina álvarsama síðu og so sannilga eisini eina skemtiliga síðu. Tað kemur til sjónar í onkrum av svarinum.

 

Eg og mítt HM við Sjúrði Skaale:

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- Eg fari ikki at seta aðrar summar-aktivitetir til viks fyri at hyggja at HM, so ávirkanin verður avmarkað. Ikki tí, nøkrum dystum hyggi eg sjálvandi at.

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Eg var í Colombia tá eg var ungur, og havi altíð hildið við teimum síðani. Eisini tí at tað hevur so óendaliga nógv meira at siga fyri fólk í londum, har umstøðurnar eru truplar, at tey klára seg væl í slíkum kappingum.

 

- Tá eg var har var eg til finaluna í suðuramerikansku "Champions League"-kappingini. Colombianska liðið vann - og Bogotá var sum eitt gløðandi, goysandi eldgos alla náttina. Eg meini so við - vissi Týskland vinnur drekka Fritz og Günter eina øl og fara so aftur til arbeiðis...

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- At síggja kvinnuliga brasiliansku ákoðararnar

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Tá HM var í Argentina í 1978, var eg viðhvørt við pápa mínum, tá hann møttist við nøkrum vinum at hyggja at videoupptøkum av dystunum. Tá vóru teir fleiri dagar gamlir, og góðskan var so sum so. Men tað kendist sum at hyggja gjøgnum eitt vindeyga og út í stóru verð. Allir menninir - og øll í Europa - hildu við Hollandi. Men Mario Kempes basti teimum í finaluni...

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- Fótbóltur er ein lið-ítróttur - men í 1986 vann ein einstaklingur kortini HM. Diego Maradona. Tað var imponerandi. Klárt besti spælari nakrantíð.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Brasil.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Verður Luis Suarez heilt klárur hevur hann ein kjans.

 

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal

Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal

Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen

Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson

Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 14) Petur Reinert