Lítil ferð var á spælinum í fyrra hálvleiki á Skála hósdagin. Fáir málmøguleikar vóru, og tað sum var, átti B36. Skála hevði púrt onki at bjóða uppá henda fyrra hálvleikin, burtursæð frá einari roynd sum Jónhard Frederiksberg hevði, tá hann skeyt bóltin ov langt frá sær.
Ein hevði væntað, at meistararnar frá í fjør fóru at leggja eitt stórt trýst á skálamenn frá byrjan, men tað hendi ikki. Til tess gekk tað alt ov seint fyri seg.
Sjálvt um B36 hevði bóltin nógv mest, skuldi tað ganga eitt korter áðrenn teir fingu sín fyrsta málmøguleika. Magni á Lakjuni verður spældur púra leysur, men skotið frá honum endar á stongini.
Nógv spæl gekk fyri seg á miðjuni, og ein saknaði meiri beinleiðis spæl frameftir vøllinum. Nógv var spælt uppá tvørs og aftureftir, og tí kom eisini at ganga long tíð millum málmøguleikarnar.
Tá hálvur tími er spældur, sleppur Jákup á Borg leysur inni í brotsteiginum hjá Skála, men beint sum hann skal skjóta, verður hann taklaður av einum verjuleikara.
Beint áðrenn hálvleik, fær Magni á Lakjuni ein møguleika aftrat at leggja B36 á odda. Hann sleppur at seta høvdið á eitt innlegg úr høgru síðu, men málmaðurin hjá Skála Eugen Voda bjargaði meistarliga.
So varð hálvleikur, og liðini høvdu nakað at tosa um. Fyrri hálvleikur hevði meira mint um ein venjingardyst í summarsteðginum, enn um ein landskappingardyst, har liðini kundu fáa 3 stig.
Liðini vaknaðu
Og at liðini høvdu tosa um tingini, sást beinanveg eftir steðgin. Meira ferð kom á. Bólturin bleiv fluttur skjótari, eins og nærdystirnir gjørdist harðari. Og tað var sum áskoðarnar eisini vaknaðu, og fóru at heppa sítt lið.
Tá 5 minuttir vóru leiktir, sleppur Kenneth Jacobsen ígjøgnum í høgru síðu og spælir Jákup á Borg frían, men hann skýtur við síðuna av. Her átti B36 at lagt seg á odda.
B36 tók nú yvir, og spældi nú sum ein hevði væntað av teimum frá byrjan. Skálamenn blivu trýstir longur og longur aftur á vøllin, og viðførdi hetta eisini, at B36 kom til fleiri møguleikar.
Tá lítið korter var leikt av seinna hálvleiki, fær B36 fríspark. Bólturin kemur væl innfyri, og John Petersen sleppur ótarnaður at seta høvdið á, men bólturin fer beint við síðuna av.
B36 kom tættari og tættari einum máli, og tá umleið 20 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað so. Egil Zachariassen spælir av egnari hálvu Jákup á Borg leysan við einari góðari avlevering, men í staðin fyri at skjóta sjálvur, spælir Jákup tvørturum til John Petersen, sum stendur enn betri fyri. 1-0 til B36, og sum seinni hálvleikur hevði verið, var tað uppiborið at B36 kom framum.
Men Skála fekk møguleikan at javna stutt eftir. Jónhard Frederiksberg verður spældur fríur av Alexandur Johansen, men skýtur beint við síðuna av málinum.
Næstu løtuna stýrdi B36 dystinum. Teir vóru tryggir í verjupartinum, og fingu ofta spælt seg ígjøgnum í síðunum. Niels Joensen sum var innskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, spældi væl og stóð aftanfyri nógv uppspæl.
Tá hálvur tími er farin kundi John Petersen avgjørt dystin. Áki Mørk sendir innfyri úr høgru síðu, men skotið frá John fer á yvirleggjarin og niður. Linjudómarin meinti ikki at bólturin hevði verið innanfyri.
Løtu seinni fekk Bárður Mortanson ein góðan møguleika at økja fyri B36, men heldur ikki hann fekk bóltin í mál.
Skála javnar
Tað var B36 sum var betra liðið í seinna hálvleiki. Men sum so ofta hendir, tá eitt lið ikki brúkar sínar møguleikar, so kemur hitt liðið og skorar uppá eitt av sínum fáu alopum. Tá 3 minuttir eru eftir av dystinum, fær Skála innkast í vinstru síðu. Bólturin verður kastaður langt inn í brotsteigin. Verjan fær í fyrstu syftu bóltin burtur, men bert út til Paula Hansen, sum saksasparkaði bóltin í mál. Eitt vakurt mál.
Fyri B36 var hetta sum at fáa ein framaná. Teir høvdu stýrt stóran part av dystinum, og høvdu ikki duga at brúkt sínar møguleikar, sum stóðust av tí yvirvág teir høvdu, serliga í seinna hálvleiki.
John Petersen fekk ein góåan møguleika til síðst, men málmaðurin hjá Skála bjargaði.
Dysturin endaði sostatt 1-1, og skálamenn vóru fegnir um tað eina stigið. Og tað høvdu teir alla orsøk til at vera.
Dysturin í tølum:
Skála-B36 1-1(0-0)
0-1: John Petersen
1-1: Pauli Hansen