Veddingarfyritøkan, NordicBet, hevur eisini føroyskar dystir á útboðið sínum. Til ber at vedda um dystirnar í føroysku fyrstudeild, og her framgongur millum annað, at Skála verður roknaður sum lítil favorittur, tá teir leygardagin taka ímóti B36.
Her verður tó roknað við einum sera jøvnum dysti, og tað sama er talan um, tá NSÍ tekur móti KÍ. Størsti favoritturin er HB, har tað bert ber til at spæla handicap-spæl. Tað vil siga, at um talan skal gerast um 1-tal í tí dystinum, skal HB vinna við minst tveimum málum. Oddsini fyri ymsu dystirnar finnast á heimasíðu felagsins, og fyri føroysku 1. deild eru tey hesi:
Dystur1X2
VB-ÍF1,603,204,70
GÍ-EB/S1,653,154,35
HB-B68 (H 0-1)1,853,003,60
NSÍ-KÍ2,253,552,35
Skála-B362,253,652,30