Skála er næstan flutt upp

Fótbóltur: Tað er rættiliga sannlíkt, at tá august mánaður er liðugur, hevur Skála longu tryggjað sær uppflyting til 2. deild

ÍF hevur ligið fram ímóti plássinum, sum ber kvalifikatiónsdyst um rættin til at spæla í 2. deild við sær. Men hesaferð taptu teir á Svangaskarði, og nú er gloppið upp til sannførandi oddaliðið so mikið stórt, at Skála ivaleyst hevur tryggjað sær uppflyting áðrenn hesin mánaðurin er liðugur.


B68-ÍF 2-1 (2-0)

Heimaliðið var omaná fyrra umfarið, tá teir við stuttum millumbili fingu bæði málini. Hitt fyrra skoraði Jóhannes Danielsen, sum áður hevur verið góður verjuskansi í 1. deild, men hann hevur verið nógv skaðaplágaður seinnu árini. Málið kom eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram. Odmar Andreasen hevur fingið sær fyri at skora mestsum hvørjaferð. Hann er í álopinum, og aftur hesaferð bragdaði.

ÍF royndi at koma aftur í aftur í 2. hálvleiki. Eftir fríspark og innlegg frá Boga Nón stútaði Mortan Thomsen til 2-1, men hóast ÍF hevði bóltin meir, so skaptu teir ikki nógvar upplagdar møguleikar.


Skála-B36 7-0 (2-0)

Serliga í 2. hálvleiki sást, at heimaliðið var betur fyri. Merkisvert var, at fýra tey fyrstu málini vórðu stútað, og hvørja ferð var tað eftir innlegg úr høgru síðu. 20 minuttir vóru farnir, tá Pauli Hansen stútaði eftir hornaspark, og beint fyri hálvleik og beint eftir steðgin stútaði Bent Djurhuus innlegg úr høgru í kassan.

Jón Rasmussen økti til 4-0, tá 78 minuttir vóru farnir, og so vísti Kaysten Rasmussen við langskoti, at skálamenn ikki bara duga at brúka høvdið. Jón Rasmussen var fyrstur á returi eftir skot í stólpan til 6-0, og Janus Trygvason setti síðsta seymin í, tá hann fór sjálvur.


B71-KÍ 2-0 (0-0)

Sambært skránni skuldi hesin dystur verið spældur í Klaksvík, men hann varð sambært ásetingunum spældur á Sandi, tí klaksvíkingar ikki fingu mannað lið ta ferðina, tá teir áttu at havt verið har suðuri.

Av Sandi hava vit frætt, at teir gingu við til, at dysturin vardi tvær ferðir 40 minuttir, tí klaksvíkingar vildu sleppa norður aftur við fyrra fartinum.

Fyrra málið kom tíðliga í 2. hálvleiki, tá Henrik Juul, sum annars plagar at vera málverji og akkurát var innkomin, spældi Petur Petersen leysan. Seinna málið kom fram móti endanum. Virgar Hentze fór ígjøgnum í vinstru og legði innfyri til Eirik Poulsen.


HB-FS Vágar 4-6 (3-1)

Hóast tað ikki var so stórur munur á spæli, so kom HB skjótt framum 3-0. Men eftir steðgin fekk FS Vágar fatur á heimaliðnum, sum beint undan steðginum gjørdi eitt óneyðugt brotsspark, og beint eftir steðgin læt eitt hornaspark fara beinleiðis í netið. Birgir Hansen skoraði til 3-2 úr 25 metrum, og tá FSV kom framum tóktist liðugt. Men eftir væl spælt álop javnaði Bárður Mikkelsen til 4-4.

Tá Hans Dánjal Joensen skoraði til 4-5, punkteraði heimaliðið, og Robert Bernhardson staðfesti útisigurin, sum fyrstu løtuna hevði verið langt burturi. Vágamaðurin fór sjálvur og sneiddi tríggjar av, áðrenn hann skoraði.


VB-GÍ 4-1 (1-0)

Øll liðini í Suðuroy í 1. og 2. deild vóru í sving leygardagin, so tað var torført at finna dómara. Gøtumenn góðtóku, at ein vágbingur dømdi. Avrikið annars kunnu vit ikki meta um, men tað er hugstoytt, tá dómarar ikki syrgja fyri at útfylla dómaraseðilin. Hetta kemur tíbetur ikki so ofta fyri longur.

Fyrra umfarið var hálvrunnið, áðrenn VB fekk hol á, og teir øktu tíðliga í seinna umfarinum. Hans Jákup á Líknargøtu, sum hevur verið aftastur í GÍ verjuni, minkaði um munin beinanvegin efir at VB hevði økt. Málið kom eftir deyðbólt og nakað av aftur og fram.

So flutti GÍ nógv fólk fram, men tað sektaði heimaliðið tvær ferðir. Fyrst skoraði Marner Richard, og seinna málið stútaði Egil Steintórsson.


B68-ÍF 2-1 (2-0)

1-0: Johannes Danielsen

2-0: Odmar Andreasen

2-1: Mortan Thomsen


Skála-B36 7-0 (2-0)

1-0: Pauli Hansen

2-0: Bent Djurhuus

3-0: Bent Djurhuus

4-0: Jón Rasmussen

5-0: Kaysten Rasmussen

6-0: Jón Rasmussen

7-0: Janus Trygvason


B71-KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Petur Petersen

2-0: Eirikur Poulsen


HB-FS Vágar 4-6 (3-1)

1-0: Hans M. Midjord

2-0: Hans M. Midjord

3-0: Jákup Danielsen

3-1: John Johansen (br.)

3-2: Hans Dánjal Joensen

3-3: Birgir Hansen

3-4: Jónfinn Thomasen

4-4: Bárður Mikkelsen

4-5: Hans Dánjal Joensen

4-6: Robert Bernhardson


VB-GÍ 4-1 (1-0)

1-0: Jógvan Páll Krosslá

2-0: Tom Villy Magnussen

2-1: Hans Jákup á Líknargøtu

3-1: Marner Richard

4-1: Egil Steintórsson


Málskjúttar

Bogi Gregersen, Skála14

Jákup Danielsen, HB11

Hans Meinh. Midjord, HB11

Aksel Højgaard, B6810

Tummas Magnussen, GÍ9

Jákup Baldvinsson, ÍF8

Kaysten Rasmussen, Skála7

Oddmar Andreasen, B686

Kim Petersen, GÍ6

Jákup Helgi Egholm, ÍF6

Hergeir Eldevig, ÍF6

Pauli Hansen, Skála6

Jón Brekku, B365

Høgni í Jákupsstovu, B365

Eirikur Poulsen, B715

Flóvin Jespersen, HB5

Bogi Nón, ÍF5

Jóhan Lützen, KÍ5

Alexander Johansen, Skála5

Egil Steintórsson, VB5

Jón Hardley, B364

Tórarin Hentze, B364

Petur Gaardlykke, B684

Sverrir Kjærbo, B714

Robert Bernhardson, FSV4

Heri Hansen, FSV4

John Petersen, GÍ4

Gunnar Mohr, HB4

John Thomsen, ÍF4

Rógvi Thorsteinsson, VB4

John Thomsen, B363

Bjørn Thorsteinsson, B363

Petur Petersen, B713

Birgir Hansen, FSV3

Hilmar Hansen, FSV3

Herning Simonsen, FSV3

Jónfinn Thomasen, FSV3

Per Dalheim, GÍ3

Hans Pauli Petersen, GÍ3

Bárður Mikkelsen, HB3

Mortan Thomsen, ÍF3

Agnar Højgaard, Skála3

Hjalmar Jacobsen, VB3

Niclas Ludvig, VB3

Regin Didriksen, B362

Steinbjørn Hardley, B362

Jákup Martin Joensen, B362

Bárður Olsen, B362

Jan Joensen, B682

Mannbjørn Nesá, B682

Hansmar Poulsen, B682

Ronni Svalbard, B682

Allan Simonsen, B712

Eyðfinn Fjalsbak, FSV2

Georg Haraldsen, FSV2

Hans Dánjal Joensen, FSV2

Leivur Hansen, GÍ2

Jan Heinesen, GÍ2

Jan Jacobsen, GÍ 2

Alvi Justinussen, GÍ2

Petur Páll Mikkelsen, GÍ2

Súni Olsen, GÍ2

H. Á.Dal-Christiansen, HB2

Uni Mortensen, HB2

Chris Knight, ÍF2

Rúni Petersen, ÍF2

Olgar Danielsen, KÍ2

Heini Hansen, KÍ2

Marni Isaksen, KÍ2

Bent Djurhuus, Skála2

Jón Rasmussen, Skála2

Birgir Jørgensen, VB2

Sigmund Mikkelsen, VB2

Johnny Durhuus, B361

Carl Høgnesen, B361

Karl Leonsson, B361

Johannes Danielsen, B681

Olaf Højgaard, B681

Bogi Petersen, B681

Jónsvein Bærentsen, B711

Róin Clementsen, B711

Darek Dabek, B711

Virgar Hentze, B711

Frankie Jensen, B711

Árant Løkjá, B711

Mourits Viderø, B711

Tór-Ingar Akselson, FSV1

Ellef Ellefsen, FSV1

Sjúrður Ellefsen, FSV1

Andreas Jensen, FSV1

Birgir Joensen, FSV1

Hjalmar Poulsen, FSV1

Tróndur Ravnsfjall, FSV1

Símun P. Justinussen, GÍ1

Hans J. á Líknargøtu, GÍ1

Samson Nesá, GÍ1

Omar Pálsson, GÍ1

Anton Skoradal, GÍ1

Erland Tvørfoss, GÍ1

Jóannes Jakobsen, HB1

Eyðun Mylná, HB1

Bjarni Wardum, HB1

Bartal Eliassen, ÍF1

Viggo Johannesen, ÍF1

Janus Petersen, ÍF1

Hans M. Christiansen, KÍ1

Rúni Elttør, KÍ1

Stig Elttør, KÍ1

Dánial J. Joensen, KÍ1

Bogi Joensen, KÍ1

Finn Johannesen, KÍ1

Mikkjal Lamhauge, KÍ1

Helmar Lassen, KÍ1

Zoran Mancic, KÍ1

Sámal Mikkelsen, KÍ1

Ove Nysted, KÍ1

Sørin Petersen, KÍ1

Allan Poulsen, KÍ1

Bent Djurhuus, Skála1

Pauli Højgaard, Skála1

Magnus Jacobsen, Skála1

Ólavur Olsen, Skála1

Kristian Petursson, Skála1

Niels Thomsen, Skála1

Janus Trygvason, Skála1

Palli Augustinussen, VB1

Sølvi Joensen, VB1

Jógvan Páll Krosslá, VB1

Tom Villy Magnussen, VB1

Sonni Mørk, VB1

Marner Richard, VB1

Sámal J. Samuelsen, VB1

Bergur Vinther, VB1

sjálvmál5