Fótbóltur
Skála hevur higartil í ár ikki verið tað, sum Skála var í fjør. Sunnudagin vístu teir á heimavølli, at teir eru um at finna stevið. Toppliðið úr Sundalagnum, og Skála var leingi leikliga omaná.
Serliga undan steðginum vóru skálamenn væl upplagdir. Pauli G. Hansen var í vanliga leiklutinum á sentrala miðvøllinum, og sentrala Skála styrkin gjørdist uppaftur størri, nú Alexandur Johansen fyri fyrstu ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu. Hann var sentralur í trímanna álopinum. Leikluturin hjá honum var ofta at detta eitt sindur aftur um hinar báðu í fremstu røð. Jónhard Frederiksberg og Debus Danielsen høvdu hug at flyta seg inn úr borðunum, og hetta riggaði væl, tí Alexandur vísti seg at vera meistari í at taka ímóti bóltinum, at verja hann, og væl at síggja, nær hann skuldi sleppa honum.
Oddaliðið var ikki í tí lagnum, sum hevur borið teir upp á fremsta plássið. Teir løgdu merkiliga trilvandi fyri. Tað kendist sum um, at tað meiri ráddi um hjá teimum at binda fyri í verjupartinum, enn tað ráddi um at leypa á, og spælararnir vóru týðuliga ikki álvuligir við hesa støðuna.
Bólturin var væl meiri á EB/Streyma hálvuni í 1. hálvleiki. Skála leyp á við nógvum fólki, teir nýttu breidd og dýpd, og teir spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar.
Trupulleikin hjá teimum var tann, sum ofta vísir seg hjá teimum, ið ikki hava undanvind. Tað gekk illa at umseta møguleikarnar til mál.
Eitt mál fingu teir, tá ið sjey minuttir vóru farnir. Arnhold Berg, sum er komin fyri seg eftir leingi at hava verið skaddur, legði fram til Jónhard Frederiksberg, sum legði út frá baklinjuni til Alexandur Johansen, sum skoraði.
Í øðrum førum var talan um hálvar møguleikar eftir innlegg, og í tí eina førinum bjargaði René Tórgarð meistarliga, eftir at Debus Danielsen við høvdinum hevði sent bóltin niður í vøllin, og tey flestu mundu síggja bóltin í málinum, tá ið málverjin vísti framúr hegni.
Moralur og treiskni
Skála fekk ikki málið, sum ivaleyst hevði havt givið teimum meiri frið, og sum 1. hálvleikur leið og serliga í 2. hálvleiki fóru teir í EB/Streymi at vísa tenn. Tøvandi og trilvandi útgangsstøðan var slept. Eftir steðgin varð Marni Djurhuus fluttur fram á sentrala miðvøllin, og tað kom meiri ferð og størri tyngd í álopspartin.
Hans Pauli Samuelsen var í útgangsstøðuni í høgra borði. Saman við hinum framrættaðu monnunum reikaði hann nógv. Eftir steðgin var hann fyri tað mesta í vinstra borði, og har var tað, at hann ellivu minuttir fyri leiklok vann fríspark, sum bara 1-1 málið við sær.
Av brotsteigar samankomingini í vinstru royndi Hans Pauli seg sjálvur við frísparkinum. Sum Beckham so vísti Hans Pauli, at manngarðarnir hava lítið upp á seg, tá ið spælarin hevur hegni at skjóta upp um verjugarðin og í ta síðuna av málinum, sum málverjin roknar við, at liðfelagarnir verja fyri. Skotið hjá Hans Paula brast í nærra stólpan, bólturin stakk í meskarnar, og harvið hevði oddaliðið vunnið eitt kanska eitt sindur heppið stig.
Men tað er avgjørd dygd at megna at koma afturíaftur, tá ið mótstøðuliðið leingi hevur verið omaná. Hesa dygdina vísti EB/Streymur, og tað er ikki minst henda dygdin, sum fer at hava alstóran týdning, nú teir í Sundalagnum skulu verja oddasessin og harvið stýra fram ímóti fyrsta FM heitinum nakrantíð.