Skála kendi ikki sína vitjunartíð

Í ógvusligum arbeiðssemi legði heimaliðið sera ógvusliga fyri. Tað eydnaðist tó bara at fáa eitt mál burtur úr yvirvágini. HB vísti betri fótbóltsspæl, enn teir leingi hava gjørt, og sjálvandi tóku meistararnir av, tá ið teir vórðu bjóðaðir eitt mál

SKÁLA-HB

Hetta var ein av røttu toppuppgerðunum. Skála legði fyri sum eitt óløgi, báðir partar vóru við upp á tað, báðir partar royndu at spæla heldur enn at sparka fótbólt, nærdystirnir vóru nógvir og tættir, og hóast møðin gjørdi alt meiri um seg, og neyvleikin og hugflogið minkaðu eitt sindur, so helt spenningurin sær til síðsta bríkslið.
Hjá HB ráddi tað mest av øllum um ikki at tapa. Kortini vóru teir rættuliga álopskendir í 4-3-3 útgangsstøðu. Nýggi venjarin hevur flutt Rúna Nolsøe eitt sindur út í høgra borð. Nýggjur sentralur miðvallari er Vagnur Mohr Mortensen. Hann er meiri framrættaður, og Kári Nielsen er meiri verjukendur. Teir spældu seg upp, og 1-1 javnleikurin kann um ein mánað fara at vísa seg at vera ógvuliga hentur.
Fyrsta hálva tíman bendi lítið á, at teir á HB miðvøllinum og í HB yvirhøvur skuldu hava nakað sum helst at siga. Skála sat á øllum. Nenad og Pauli G. Hansen pískaðu liðið fram, Iulian Florescu í vinstru var álopssinnaður og við í nógvum uppspæli, Hanus Thorleifsson setti í vinstru HB verjuna í høgru grá hár í høvdið, og Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen runnu nógv fyri sínum liðfeløgum, tá ið heimaliðið hevði bóltin, og teir vóru skjótir at leggja trýst á aftastu HB menninar, tá ið gestirnir royndu at fáa tamarhald á. Tað líkaði HB einki serligt.
Skála kundi havt fingið hol á í fyrsta álopinum. Bárður Johannesen, sum fyrstu løtuna var eitt sindur tøvandi, men sum spældi seg upp og endaði ógvuliga sannførandi, misti bóltin, Jónhard snaraði eitt sindur til høgru, men skotroyndin varð blokerað at verjuspælara.
Fleiri aðrar ferðir var tætt við. Skála hevði lotið, sum ikki órógvaði so nógv, sum veðurlíkindini kundu havt lagt upp til, undan. Langskotsroyndir kitlaðu stólparnar, og hornasparksstøður vóru vandamiklar, tá ið heimamenninir eftir skjótt, neyvt og hugflogsríkt samanspæl komu í nánd av HB málinum, men tað var bara eina ferð, at úrslit spurdist burturúr.
Tað var vorðið sum mál. Pætur Dam Jacobsen, sum onkra ferðina hevur verið meiri sannførandi, legði úr høgra verjuborði og tvørtur um til Iulian Florescu. Hjá mongum mundi sendingin havt kenst vónleys at arbeitt við. Men ikki hjá bóltsnillinginum, sum tamdi við bringuni í rennirætningin, og so varð eitt av eyðkendu Skála álopsvápnunum nýtt. Tað er flatt at stinga beint fram eftir, so verður bólturin tamdur til viðspælara, ið rennur upp á tvørs, og so eru tveir mótstøðumenn lagdir afturum.
Í hesum førinum tóktist endin á álopinum vera, tá ið Jónhard Frederiksberg misti bóltin frammi við baklinjuna. Men hann var treiskur, fekk bóltin av aftur mótstøðumanninum, spældi eitt tvey við Hanus Thorleifsson og legði so upp á tvørs, og so tveitti Bogi Gregersen seg fram í brotsteiginum og stútaði í kassan.
Sera vakurt mál, og tað kundi havt sæð út sum um, at heimaliðið rættuliga skuldi gera bart. Men soleiðis tók tað seg ikki upp.

HB betri tak á
Um tað var HB, sum fekk størri tyngd, ella um tað var heimaliðið, sum fór meiri at hugsa um at verja tað, teir høvdu fingið, heldur enn at halda fram í somu øði, valdast um eygað, sum sær. Tað var nátúrligt, at Skála ikki kundi megna at varðveita ferðina, sum teir høvdu lagt fyri í, og so fótaði HB sær alt meiri.
Miðvallararnir og vongverjarnir funnu væl saman, og síðsta korterið var tað fleiri ferðir fram ímóti, at álopsspælararnir vístu tenn.
Men á síðstu sekstan metrunum vóru teir tunnir. Tí kom tað serliga væl við hjá HB, tá ið teir í síðstu sekundunum undan steðginum fingu mál forerandi. HB tóktist gera fríspark í høgru, men tað mettu linjuverji og dómari ikki. Einki spurdist burturúr innlegginum. Men so var tað, at málverjin var í gávuhýri. Hann pjakaði sær við bóltinum, innskifti Hendrik Rubeksen royndi at kroysta aftasta skansan, og tá ið málverjin í staðin fyri at sparka burtur valdi at spæla til illa sperdan viðspælara, endaði tað við HB skotroynd, sum málverjin hálvbjargaði. Men ólukkutíð fyri Skála, so sprakk returbólturin í krovið á Nenad. Miðvallarin royndi alt tað, hann kundi, at bjarga støðuni, men bólturin vann inn um málstrikuna.
Harvið hevði HB javnað og undir hvíldini fingið sinniliga yvirskotið, og tá ið teir harafturat eftir steðgin skuldu hava lotið undan, kundi tað sæð út sum um, at fyritreytirnar fyri HB sigri vóru góðar.
Seinna umfarið var tætt og javnt. Báðir partar royndu at spæla heldur enn at sparka, og hóast leikdygdin lækkaði eitt sindur, tá ið møðin fór at gera um seg, so var talan um fína fótbóltsuppgerð, sum helt áskoðarunum á nálum, inntil góði dómarin hevðí bríkslað fyri síðstu ferð.
Talan var ikki um heilt upplagdar málmøguleikar, men tað var um reppið, at Rói Jacobsen vann fram til flatt innlegg úr vinstru frá Jónhardi Frederiksberg, eftir at uppspælið hevði verið fínt, Bárður Johannesen var tvær ferðir fyrri á framleggingum enn Jónhard Frederiksberg, sum var um at renna frá HB miðverjuni, og í hinum endanum var Hendrik Rubeksen tætt við eftir horna.
HB hevði eyka álopstrumfar at spæla út, tá ið teir settu Tór-Ingar Akselsen og Una Arge inn, men teir komu ikki nærri enn nær við og næstan eftir deyðbóltsstøður.
Skála kundi havt avgjørt fyrsta hálva tíman. Tá kendu teir ikki sína vitjunartíð, og í heyst kann tað fara at vísa seg dýrt, at teir ikki gjørdu tað, og at teir í síðstu sekundunum í fyrra umfarinum vóru ov blíðir við gestirnar.