Skála í Kommunusamskipanini

Á aðalfundi hjá Kommunusamskipan Føroya um vikuskiftið fekk Skála Kommuna limaskap í samskipanini

Kommunutíðindi


Skála Kommuna er nú limur í Kommunusamskipan Føroya. Tað gjørdist hon á aðalfundi, sum Kommunusamskipanin helt um vikuskiftið.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, er formaður í Kommunusamskipan Føroya. Kommunusamskipanin er felagsskapur hjá teimum seks størstu kommunum í landinum, umframt Kirkjubøar Kommunu og nú eisini Skála Kommunu.
Men Skála Kommuna verður bara sjálvstøðugur limur hetta valskeiðið út, tí eftir næsta kommunuval í 2004 verða Skála Kommuna og Runavíkar Kommuna lagdar saman í eina kommunu, sum so fer at hava limaskap í Kommunusamskipanin.
Jógvan Krosslá, formaður, sigur, at á fundinum vórðu umrødd mál, sum eru frammi í kjakinum í dag. Tað stóra málið á fundinum var málið um at leggja eldraøkið frá landsumsitingini út til kommunurnar at umsita.
Semja er um í kommununum, sigur formaðurin í Kommunusamskipanini, at tað er rætt at kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Men kommunurnar eru ikki samdar við landsfyrisitingini í, at tað skal gerast alt i einum.
?Okkum hevði dámt best, um málið varð lagt út til kommunurnar í smáum. Soleiðis at vit fingu tað líkasum frá einum enda av, sigur Jógvan Krosslá.
Fundurin var friðaligur og sømiligur, sigur hann. Einki val var á skránni, og leiðslan í Kommunusamskipan Føroya er tann sama sum undan aðalfundinum. Hon verður vald fjórða hvørt ár.